26. juni 2024

Ein heilsan til tvær javnaðarhetjur

Fyrr í vár fylti Mary Gaard í Vestmanna 80 ár, og nú fyri stuttum fylti Heðin Hansen í Kollafirði somuleiðis 80 ár. Tey bæði eru vælkend sum eldhugaði stríðsfólk fyri javnaðarpolitikkinum, ikki bara millum øll javnaðarfólk, vestmenningar og kollfirðingar men eisini víða um landið.

Mary hevur verið eldsál fyri umsorganararbeiðinum í Vestmanna, hon var ímyndum av tí góða lívinum í eldrasambýlinum í Vestmanna og seinni í heiminum á Grønanesi. Hon hevur havt orkuna til tey tungu tøkini í gerandislívinum og yvirskotið til at skipað fyri teim góðu løtunum í felagsskapinum við onnur, bæði sum einstaklingur og sum oddafólk í nevndum og fyri alskins trivnaðartiltøkum. Mary hevur verið sera virkin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, og øll her um leiðir vita, at í henni slær eitt heitt og brennandi Javnaðarhjarta.

Heðin hevur verið sjóðmaður og javnaðarmaður alt sítt lív. Vinir í Kollafirði geva honum skoðsmálið sum ”ein ótrúliga raskur og trúfastur maður, ein kempa á arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur ikki onki, at maðurin so seint sum í fjør var til skips, og á sjónum hevur hann baksast meginpartin av sínum vaksna lívi.” Heðin hevur verið aktivur í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sitið í nevndini í fleiri umførum líka til hann nú fylti áttati. Heðin er eldhugaður fyri sínum politisku hugsjónum, og ongin sum kemur á tal við hann, ivast í at hann stendur klettafastur á síni javnaðargrund.

Tað vóru ikki tey, ið vóru fødd til skrúð og skorin klæðir, tað vóru ikki reiðarar og vinnulívsmenn, sum løgdu lunnarnar undir okkara vælferðarsamfelag, tvørturímóti, tað vóru verkafólk sum Mary og Heðin sum tvey í fjøldini av verkafólki, ið hava stríðst í ættarlið við eini rættvísisglóð og í vónríkum dreymum um tað góða samfelagið,  tað vóru tey, sum vunnið fjøldini tey rættindi og teir ágóðar, sum vit øll í dag njóta gott av. Mary og Heðin hava verið kempur í hesum stríðnum fyri at skapa ikki bara sær og sínum men okkum øllum eitt gott lív.

Tað eru fólk sum Mary og Heðin, sum eru grundin undir Javnaðarflokkinum. Vit í Norðstreymoyar Javnaðarfelag  takka teimum fyri teirra trúfesta virki fyri javnaðarhugsjónini, og ynskja tykkum báðum tillukku við áttatiárunum og bestu ynski um eitt framhaldandi eydnuríkt lív.

Vestmanna t. 18. juni 2024
Vegna Norðstreymoyar Javnaðarfelag
Hans Pauli Strøm