Lesarabræv03. mai 2022

Ein bústaður er eitt heim - ikki ein vøra

Javnaðarflokkurin vil hava, at ein bústaður er eitt heim - ikki ein vøra. Men samgongan vil tíverri hava, at núverandi støðan á bústaðarmarknaðinum við dýrum húsaprísum og høgum húsaleigum heldur fram. Tí feldi samgongan uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at stovna almannagagnlig bústaðafeløg.

Eitt almannagagnligt bústaðafelag hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna. Endamálið er at halda húsaleiguna so lága sum gjørligt, so barnafamiljur, støk og fólk, sum annars ikki hava ráð ella orku til at keypa ella halda hús, kunnu leiga fyri sømiligan prís.

Í løtuni er eingin beinleiðis heimild at stovna slík feløg. Tí kundi uppskotið gjørt tað lættari hjá Bústøðum og kommunum at tryggja nógv fleiri bíligari leiguíbúðir enn í dag, tí eitt slíkt felag skal ikki hava avkast.  

Í  øðrum  londum  hava  líknandi  skipanir  víst  seg  at  tryggja  bíligari  húsaleigur - eisini  í  stórbýum. Fremsta dømið er í Wien, sum í 2018 bleiv kosið at vera besta staðið at liva í. 

Í Wien eru  186 almannagagnlig bústaðafeløg, sum hava til endamáls at tryggja, at húsaleigan ikki er meira enn ein triðingur av inntøkuni hjá fólki. Hetta merkir, at í Wien ber til at leiga eina íbúð á 90 fermetrar fyri 5.000  krónur  um  mánaðin.  

Orsøkin  er  eitt  100  ára  gamalt  miðvíst  fokus  á  framskygdan bústaðarpolitikk, har land, kommunur og almannagagnlig bústaðafeløg samstarva.

Hóast uppskotið bleiv felt, so fer Javnaðarflokkurin áhaldandi at arbeiða fyri at tryggja ein bíligan og fjølbroyttan bústaðarmarknað, har láglønt, miðallønt og hálønt hava møguleika búgva síð um síð, óansæð hvar í landinum, tey vilja búgva.

Javnaðarflokkurin