Á vitjan í fíggjarnevndini: Fíggjarnevndin hevur til uppgávu at hava eftirlit við penganýtsluni hjá landinum. Vit hitta forkvinnuna til eitt prát um vælferð, fíggjarstýring og um kynstrið at spara í góðum tíðum
Tá almennir pengar verða brúktir, er tað altíð undir strangum eftirliti. Tað er ein røð av myndugleikum og nevndum við grannskoðarum, búskaparfrøðingum og øðrum talkønum, sum skulu góðkenna, hvørja ferð tú brúkar av skattgjaldarans pengum.
Ein av teimum nevndunum er fíggjarnevndin, sum Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í.
Í dag gevur Eyðgunn okkum eitt innlit í fíggjarnevndararbeiðið og greiðir frá, hvønn arbeiðsleist hon leggur fyri dagin, nú hon er vald í tann nevndarsess, sum ofta er skýrdir at vera tann tyngsti av nevndarsessunum ið verða deildir millum tingfólkini.
“Eg eri sjálvandi eyðmjúk um at verða vald sum forkvinna í fíggjarnevndini, og eg taki uppgávuna í størsta álvara”, segði Eyðgunn, tá hon varð vald í nevndina fyrst í nýggja árinum.
Fíggjarnevndin stendur av sjey løgtingslimum úr bæði samgongu og andstøðu sum saman hava ábyrgdina av at kanna, at mann í landsstýrinum ikki brúkar pengar, mann ikki hevur. Millum annað ganga tey í nevndini gjøgnum kontur á fíggjarlógini og kanna, at tað eru pengar settir av til ávísu málini. At viðgera fíggjarmál og búskaparmál, og at kalla inn til hoyringar, er eisini ein uppgáva hjá fíggjarnevndini.
“At hava hoyringar er ein stórur partur av arbeiðnum”, sigur Eyðgunn. “Júst nú hava vit eitt mál um at gera orkuvinarligar bilar bíligari við at taka MVG’ið av. Tá helt eg, tað var týdningarmikið, at vit í nevndini tosaðu við bilasølurnar og onnur, sum alt annað líka, vita meira um elbilar, enn vit politikarar gera.”.
Vil gera sær ómak
Eyðgunn hevur verið forkvinna í fíggjarnevndini fyrr. Tað var, tá hon í 2008 varð vald í sessin sum fyrsta kvinna nakrantíð.
“So eg havi eitt sindur av royndum, og tað meti eg, er ein fyrimunur”, sigur Eyðgunn, sum hevur sett sær fyri at lýsa øll mál so gjølla, sum yvirhøvur ber til. At Eyðgunn ger sær ómak og leggur doyðin á at lýsa øll mál væl, er eisini nakað, hon verður viðurkend í.
Í útvarpinum fyrr í vikuni, varð hon róst av andstøðulimunum í fíggjarnevndini fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði at lýsa málið um MVG-frítøkuna av orkuvinarligum akførum.
Errin av fíggjarstýringini
Fyrr í vikuni varð fíggjarlógin fyri 2023 løgd fram, og í tí sambandi hevur Eyðgunn Samuelsen í dag hildið røðu í tinginum, har hon ber fram, hvat hon heldur um fíggjarlógaruppskotið, og um ta fíggjarstýring, nýggja samgongan hevur stungið út í kortið.
“Eg má siga, at eg eri errin av tí, vit í samgonguni hava gjørt higartil”, sigur Eyðgunn og peikar á avlopið á 141 milliónum á fíggjarlógini fyri 2023. Tað hóvar Eyðgunn væl, tí hon er av teirri fatan, at hvør króna, vit spara í dag, er við til at tryggja, at hennara ommubørn eisini hava eitt vælferðarsamfelag, tá tey verða vaksin.
“Vit mugu hugsa samfelagið longur enn eitt ár ella eina samgongu fram. Vit mugu hugsa um framtíðina og um okkara ommu- og abbabørn, sum eisini skulu kunna liva í einum vælferðarsamfelagi.”.
Í Føroyum hava vit eina stóra haldførisavbjóðing, hevur búskaparráðið fleiri ferðir ført fram. At hendan samgongan byrjar samgonguskeiðið við at leggja fram eina fíggjarlóg, sum hevur størri avlop enn væntað, er ein gongd leið, sigur forkvinnan í fíggjarnevndini.
“Eg havi hug at sitera eina góða javnaðarkvinnu, Ritt Bjerregaard, sálu, sum segði, at vit mugu altíð eftirmeta tað, vit gera, og syrgja fyri allatíð at gera tað betur og betur”, sigur Eyðgunn at enda.
Vit takka Eyðgunn fyri innlitið í arbeiðið hjá fíggjarnevndini og ynskja henni góðan arbeiðshug.