30. mars 2023

Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarnevndarforkvinna

Fyri fyrstu ferð í trettan ár er tað ein samd fíggjarnevnd, sum leggur álit fram um fíggjarlógaruppskot. Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini, og hon fegnast í dag.

Fyri fyrstu ferð í trettan ár er tað ein samd fíggjarnevnd, sum leggur álit fram um fíggjarlógaruppskot. Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini, og hon fegnast í dag.
- Eg vil toyggja meg fyri at náa breiðu semjurnar, tí eg haldi, tað í síðsta enda gevur eitt besta úrslitið, tá tú hevur bæði andstøðu og samgongu við tær. Tí eri eg fegin um, at eg havi eina samda fíggjarnevnd aftanfyri fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023. Og eg fegnist veruliga um tær raðfestingarnar, sum uppskotið leggur upp til, sigur hon, nú álitið fyri løtu síðan varð lagt fram.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað verður lagt upp til eitt avlop á næstan 144 milliónum krónum, sum er væl meira enn upprunauppskotið legði upp til.
- Eg haldi, at vit hava verið skynsom, tá vit hava viðgjørt fíggjarlógaruppskotið. Um tú brúkar hvørt oyra í góðum tíðum, vil tað raka tey við lægstu inntøkunum. Tí tá pengarnir í landskassanum eru uppi, er tað ikki tann almenni stjórin, sum fer niður í løn. Vit vita, at tað verður spart longur niðri, og tí er tað umráðandi fyri meg, at vit hava yvirskot, nú vit hava ráð til tað, sigur Eyðgunn Samuelsen og vísir á, at avlopið tí ikki bert er fyri avlops skyld.
JÁTTAÐ PENING TIL VÆLFERÐ
- Tað er ein rúgva av góðum raðfestingum, eg kundi reksað upp, men um eg skal velja nakrar burturúr rúgvuni, sum eg persónliga fegnist serliga um, so er tað, at vit hava sett pengar av til taluvenjing til millum annað tey við seinheilaskaða, at vit hava sett tvær milliónir av til neyð- og menningarhjálp, at vit hava raðfest pengar til demensøkið, klimaviðgerð til fólk við giktasjúkum og psoriasis, Reyða Kross, Megd og fyribyrgjandi rúsviðgerðina hjá Títt rúm. Eg eri eisini fegin um, at vit leggja upp til at játta pening til eina nýggja ventilatiónsskipan á Tekniska skúla í Klaksvík, so undirvísingin á timburdeildini kann halda fram. Og so kann eg eisini at enda nevna, at vit leggja upp til at pengar verða raðfestir til fyrireikingararbeiði, so tunnilstoymið kann byrja uppá tunnil til Tjørnuvíkar.
- Eg haldi, at vit hava raðfest pengarnar á ein hátt, so teir veruliga muna fyri nógv fólk kring alt landið, sigur Eyðgunn Samuelsen.