Nú danir frá komandi ári vilja strika dýra biðidag, er føroyski álmanakkin tann einasti í heiminum, har fjórði fríggjadagur eftir páskir er heiligdagur. Tað eiga vit at halda fram við, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Nú danir frá komandi ári vilja strika dýra biðidag, er føroyski álmanakkin tann einasti í heiminum, har fjórði fríggjadagur eftir páskir er heiligdagur. Tað eiga vit at halda fram við, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
- Umframt at teir kirkjuligu heiligdagarnir minna okkum á kristna boðskapin, sum okkara samfelag er grundað á, so hava heiligdagarnir eisini eitt annað týdningarmikið endamál sum gagnar okkum bæði sum einstakir borgarar og sum samfelag, sigur Jóhannis Joensen.
Heiligdagarnir í okkara álmanakka geva okkum øllum ein tiltrongdan steðg frá tí gerandisliga meldrinum, og tað heldur Javnaðarflokkurin sjálvsagt hevur týdning, vísir hann á.
- Eg haldi tað er sera umráðandi, at vit ikki gera sama feilin sum danir, nú tey ætla at strika dýra biðidag sum heiligdag og frídag komandi ár. Vit sum menniskju, familjur og samfelag hava tørv á, at tað av og á er ein steðgur í tí gerandisliga meldrinum. Tað gevur okkum høvi at hugsavna okkum um tað, vit í Javnaðarflokkinum halda hevur størstan týdning, nevnliga teg og tíni, sigur hann og vísir eisini á ætlanirnar hjá nýggju samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við tí fyri eyga at skapa meira tíð í gerandisdegnum.
- Tað er politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum áseta frídagar í Føroyum. Vit krevja nógv av okkara borgarum í dag, og eg haldi, at tað er umráðandi at vit minnast til at geva okkurt aftur. Tað besta, vit kunnu geva aftur, er tíð. Tí ynski eg, at vit halda fram við, at dýri biðidagur skal vera frídagur og heiligdagur í Føroyum. Her eiga føroyingar at standa saman og halda fast, sigur Jóhannis Joensen.