Skúladagurin hjá okkara børnum er ov drúgvur. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum í næstum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta skúladagin.
- Kanningar vísa, at børnini læra nógv minni, tá liðið er út á seinnapartin, og vit vita frá lærarum, at næmingarnir eru merktir av mótloysi og lítlari orku móti endanum av longu skúladøgunum, sigur Djóni í viðmerking.
Tá ið næmingarnir ikki hava ov nógvar undirvísingartímar, hava teir meira orku og bindindi til at hugsavna seg um innihaldið í undirvísingini. Eisini hevur tað eina jaliga ávirkan á trivnaðin millum børnini.
Føroysku skúlabørnini hava í dag longstu skúlavikuna samanborið við næmingar í grannalondunum. Kortini er fakligi førleikin ikki samsvarandi við høga tímatalið.
Við at minka um tímatalið verður eisini størri fíggjarlig orka til at víðka um tvílæraraskipanina, soleiðis at meira læraratíð verður til hvønn einstakan næming og at styrkja flokslæraleiklutin.
Løgtingið hevur longu samtykt, at hægsta næmingatal er 22.
At stytta skúladagin er ein av átta broytingum í uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um at broyta fólkaskúlalógina. Eisini er ætlanin, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin og at endurskoða lærugreinabýtið, so at javnvág verður millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru.
Uppskotið fór til hoyringar beint fyri jól.