15. august 2023

Djóni: Revolutiónin er inklusiónin

"Mín revolutión er kanska eitt sindur øðrvísi enn tær, sum hava myndað politisku søguna í heiminum", segði Djóni Nolsøe Joensen í síni heilsan til tey ungu, sum møttu upp í Javnaðarhúsinum á ólavsøku.

Góðu tit øll 

 

"Revolutiónin er inklusiónin"

 

Hetta var slagorðið á Special Olympics leikunum fyri nøkrum árum síðan. Og eg kundi ikki verið meira samdur.

 

Tað hevur so ótrúliga stóran týdning at møta øllum fólkum við einum positivum og inkluderandi hugburði. 

 

Øll skulu við. Øll skulu møtast í eygnahædd. Øll hava rættindi. Og øll hava uppiborið eitt smíl og virðing. Tað, sum tú gevur, fært tú sum oftast aftur fleirfaldað. 

 

Hetta er ikki bara mítt politiska grundarlag, men liggur rótfest í mær sum menniskja. 

 

Mín revolutión er kanska eitt sindur øðrvísi enn tær, sum hava myndað politisku søguna í heiminum. 

 

Hon er kanska ikki so høgt flúgvandi og kollveltandi, men verður skapt við at hugsa um tey lítlu tingini í gerandisdegnum. 

 

Eitt eyka smíl til tey, sum stríðast. 

 

Ein eyka samrøða við tey, sum ongan hava at tosa við. 

 

Ein útstrekt hond til tey, sum hava størst tørv á politiskum broytingum.

 

Vit eiga at virka fyri støðugum menningarmøguleikum. Støðugum arbeiðsmøguleikum. Og  støðugum útbúgvingarmøguleikum.

 

Fet fyri fet haldi eg, at tað gevur bæði persónliga, men sanniliga eisini samfelagsliga meining at inkludera øll. 

 

--

 

Í yrkingasavninum hjá Elini Løkin er hendan vakra yrkingin at lesa:


 

"Tygara hátign. Hví havi eg so fittar hendur? Hví eri eg so lítil? Eg eri bara fødd soleiðis. Ein metur og fjøruti. Eg eri sjónleikari og sangarinna. Liggi her og dasi í fínum stóli. Sum prinsessurnar á riddaraborgini." 

Elin hevur Down Syndrom. Og sum hon sjálv sigur:

 Eg eri bara fødd soleiðis.

Men Elin er so nógv meira enn bara ein av teimum, sum hava Down Syndrom í Føroyum. Hon er sjónleikari. Sangarinna. Yrkjari.

Gjøgnum inklusión hevur hon fingið líka góðan rætt sum tú og eg at útforska møguleikarnar í lívinum. Hví skal ein sum Elin ikki vera sjónleikari, sangarinna ella yrkjari? 

Tað BER til. Og tað er alt skapt av einum inkluderandi hugburði. 

Men inklusión er ikki bara ein hugburður. Tað er eisini ein atburður. Í tí javnaðarfólk ganga á odda í. 

--

 

Góðu floksfelagar

 

Vit eru ikki javnaðarfólk til stuttleikar. 

 

Tað liggur í okkara DNA. Vit hava tað við okkum í gerandisdegnum. Í mátanum vit liva. Tað er ikki so nógv hokus pokus ella ein útspekuleraður verumáti. 

 

Tað er ektað.

 

Tað at hjálpa, at vera fyri onnur, kemur natúrligt.

 

Tí flokkast vit um somu hugsjón. Tí trúgva vit uppá eitt rættvíst og javnt samfelag, har øll hava somu møguleikar. 

 

Men vit eru ikki tey fyrstu, sum hugsa so. Tí tey eru mong, sum hava slóðað fyri okkum. 

 

Tey góvu okkum lærdóm um okkara virði sum menniskju. Um rættindini, sum vit ikki mugu taka fyri givið. Tey stríddust fyri arbeiðsloysisskipanini. Fyri fólkapensjónini. 

 

Eg haldi, at vit sum javnaðarflokkur gera eitt framúr arbeiði. Vit fara ikki altíð at vera samd um alt, men tað er ein orsøk til, at triði hvør føroyingur ynskir ein sterkan javnaðarflokk. Tað snýr seg um solidaritet og at hava umsorgan fyri sínum medmenniskjum. 

 

Eg eri stoltur av at vera javnaðarmaður. Eg eri stoltur av hugsjónini. Hon er trupul at matcha. Tí eiga vit at markera við stoltleika og gleði, at vit eru javnaðarfólk, tá vit hava kjansin. Tað GER mun.

 

Fyri summi er politikkur ein stríðsvøllur at niðurgera og seta fólk upp ímóti hvørjum øðrum. Havnin ímóti útjaðara. Tað almenna ímóti vinnuni. 

 

Tað er lítið uppbyggjandi og tænir ongum endamáli. Hetta er ekskluderandi og fylgja vit øll hesum leistinum, so kunnu vit veittra farvæl til blómandi samfelagið, vit hava í dag. 

 

Olof Palme segði, at tað skal ikki vera nakað vit og tit: Tað skal bara vera vit. 

 

Øll framgongd kemur við dialogi. Og tá hjálpir tað at vera optimistiskur og positivur.  

 

--

 

Í dag møtast allir ólavsøkugestir andlit til andlits. 

 

Vit hálsfevnast. Vit eru glað. Vit feira. Ja, tey flestu av okkum eru enntá í somu klæðum.

 

Eg elski dagar sum hesar. Teir vísa okkum, at hóast nógv verður prátað um skermar og manglandi menniskjaliga kontakt, so eiga vit enn tær góðu traditiónirnar sum ólavsøkuna. 

 

Á ólavsøku eru relatiónirnar í sentrum. 

Vit møta fólkum, sum vit kanska ikki fáa tíð til í skjóta gerandisdegnum. Tað hevur stóran týdning. 

 

--

 

Á ólavsøku byrjar eisini eitt nýtt politiskt ár. 

 

Sum javnaðarfólk hava vit nógv gott at kempa fyri. Úr rúgvuni kann eg nevna, at vit skulu gera familjulívið betri og fáa meira tíð til hvønn annan við at stytta arbeiðsvikuna.

 

Umsorganarøkini skulu uppraðfestast, so fleiri hendur kunnu vera til okkara eldru og børn. 

 

Latið okkum halda fram við at flokkast um ein sterkan javnaðarflokk. 

 

Nøkur tykkara hugsa kanska um at revolutionera onkur ávís øki í samfelagnum. 

 

Men minnist til, at um tað ikki eydnast, so er inklusión eisini ein góð revolutión.

 

Takk fyri høvið. Góða ólavsøku øll somul.