Eitt veruligt universitetsumhvørvi er avgerandi fyri at draga enn fleiri lesandi til Fróðskaparsetrið. Í dag var eitt stórt fet tikið, tá uppskot um projektering av nýggjum felagsbygningi fekk fyrstu viðgerð í Løgtinginum.
Gransking vísir, at fleiri og sterkari vinabondini eru, lættari er at halda fram at lesa, og øvugt. Tí tað er greiður samanhangur millum, hvussu tú trívist sosialt og áhugan at lesa. Eitt kampus fer at savna tey lesandi, og tað fer serliga at hava jaliga ávirkan á teimum smærru útbúgvingunum og á teimum útbúgvingum, har fráfallið er stórt.
- Felagsbygningurin skal vera dukandi hjartað á Fróðskaparsetrinum og ein vitanarviti í Norðurhøvum, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, sum í dag hevur lagt uppskotið fram.
Seinnu árini hevur talið av føroyingum, sum fara undir hægri lestur í Føroyum, verið vaksandi, men góða gongdin tykist avhæsað. Tað er gott, at ung fara uttanlands at nema sær útbúgving, men vit mugu eisini skapa møguleikar í Føroyum, sum eru dragandi fyri ung.
Felagsbygningurin skal fyrst og fremst vera eitt livandi lestrarumhvørvi við lesisali, bólkarúmum og krókum, har høvi er at hugsavna seg. Har skulu vera fjølbroytt undirvísingarhøli, sum deildirnar á Fróðskaparsetrinum kunnu nýta eftir tørvi.
Kampusverkætlanin fevnir um fleiri stig og ikki einans um høvuðsbygningin. Hon snýr seg eisini um at umvæla Venjingarskúlan, og sum frá líður eisini at byggja deildarbygningar, sum koma at liggja uppat høvuðsbygninginum. Arbeiðið at umvæla Venjingarskúlan er longu í gongd.
Síðsta summar var vinnarin av arkitektakapping avdúkaður. Arkitektoniska hugsjónin í vinnarauppskotinum er at skapa ein býling heldur enn ein stóran bygning. Bygningurin verður staðsettur við virðing fyri góðskuni í verandi landslagi, ið verður varðveitt sum uttandura uppihaldsrúm.
Íblásturin er úr siðbundna føroyska býlinginum og langhúsunum frá víkingatíðini. Hesin byggileistur gevur møguleika at fylgja lendinum, at niðurbróta støddarlutfallið og at laga seg eftir nærumhvørvinum.