Tey nógvu starvsfólkini, sum hvønn dag eru um okkara børn, skulu hava betri arbeiðsumstøður til tað, sum tey hava valt at útbúgva seg til, og sum er teirra kjarnuuppgáva: at arbeiða námsfrøðiliga við okkara smáu børnum.
Hetta hava bæði starvsfólk og børnini uppiborið, og hetta er neyðugt fyri at fáa fleiri útbúgvin fólk aftur til økið.
Fólkini á gólvinum á dagstovnunum eru um at hokna undan arbeiðstrýstinum, meðan yvirbygnaðurin veksur. Men ein stórur yvirbygnaður nyttar lítið, um ikki tey, sum hvønn dag eru til arbeiðis á dagstovnunum, eisini fáa betri arbeiðsumstøður. At arbeiða við relasjónum og at arbeiða við menniskjum tekur tíð, sum er ring at finna, tí normeringarnar røkka ikki til.
Ein nýggjur fíggjarlykil má gerast, og hesin fíggjarlykil skal hava rúmd fyri kjarnuuppgávuni: at menna børnini námsfrøðiliga. Hetta er tað, sum námsfrøðingar duga best og ynskja at arbeiða við, og hetta er tað, teirra fýra ára langa útbúgving snýr seg um.
Eitt rokniark loysir ikki trupulleikan. Hinvegin má leiðarin sleppa at vera leiðari. Um fíggingin ikki hongur saman, loysir tað ongan trupulleika at gera ein tyngri yvirbygnað at hava fíggjarligt eftirlit við dagstovnunum.
Síðani nýggja skipanin við eindarleiðarum varð sett í verk, eru fleiri leiðarar á dagstovnum farnar í annað starv, tí tær við hesum bygnaði ikki hava rásarúm at røkja ta uppgávuna, sum tær eru settar til, og sum tær hava tikið eina fýra ára langa útbúgving til at røkja: at menna námsfrøðiliga arbeiðið við børnunum. Vit mugu hava álit á, at leiðarin ger sítt arbeiði, og sjálvandi skal ein leiðari eisini syrgja fyri fíggjarstýringini av stovninum. Hetta megna tær uttan iva við góðari ráðgeving frá umsitingini.
Um ov nógvir dagstovnar hava undirskot, er svarið ikki at gera ein tyngri yvirbygnað og at økja um eftirlitið, tí eitt rokniark í sjálvum sær ger ongan mun. Nei, um undirskot er av virkseminum hjá einum dagstovni, er neyðugt at hyggja eftir, hvat tað í veruleikanum kostar at reka ein stovn við eini so týdningarmiklari uppgávu, sum liggur á starvsfólkunum.
Tað kann ikki vera rætt, at dagstovnar ikki hava fígging til at seta útbúgvin fólk við høgum starvsaldri í starv. Tað vísir eina vanvirðing fyri teimum førleikum og teimum arbeiðsroyndum, sum hesi starvsfólk hava.
Kommunala skipanin Barn er eitt amboð hjá kommununi til at býta pláss út til tey børnini, sum skulu á stovn. Eitt stórt spurnartekin kann setast við, um hendan skipanin er tann rætta. Tað er ikki altíð, at tað loysir seg at effektivisera og at seta skipanir inn í staðin fyri menniskju til at loysa eina uppgávu, og tá ið vit hava við børn at gera, eiga vit at vera eyka varin. So tað er neyðugt at taka støðu til, um skipanin Barn veruliga tænir sínum endamáli.
Starvsfólkini á dagstovnunum í høvuðsstaðnum hokna undan vaksandi arbeiðsbyrðu, og støðan hevur ongantíð verið so ring sum nú.
Tað er syrgiligt, at vit sum størsta kommunan í landinum eru komin í hesa støðu, og okkurt skal gerast beinanvegin.
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin