Uttan tey mongu dugnaligu listafólkini var illa statt í høvuðsstaðnum.
Umstøðurnar hjá listafólki at arbeiða við tí, sum tey duga allarbest, eru ikki nóg góðar, og hetta skulu vit gera betur.
Nógv tey flestu listafólkini í Føroyum búgva í høvuðsstaðarkommununi. Tað er her, tey velja at liva og virka, og tí kunnu vit hvønn dag njóta ágóðan av teirra strevi. Og tær nógvu upplivingarnar, sum listafólk geva okkum, er úrslit av hørðum og miðvísum arbeiði. Leikirnir, tónleikurin, myndirnar, orðini – alt hetta ríkidømi verður ikki skapt burturúr ongum, og uttan listafólkini, sum liva og virka í kommununi, var høvuðsstaðurin langt frá so livandi, sum hann er nú.
Eg vil arbeiða fyri betri umstøðum fyri okkara listafólk, tí hetta økið treingist til at dagførast. Og sjálvandi skal okkara høvuðsstaður vera við í hesum arbeiði.
Kristianna Winther Poulsen, valevni til býráðsvalið á lista C