Heðin Mortensen
Lesarabræv30. oktober 2020
Heðin Mortensen

Býráð fyri borgaran

At býráðið skal vera fyri borgaran, merkir stutt og greitt, at vit vilja hava eina kommunu, sum altíð gevur sínum borgarum allarbestu tænastu. Tann einstaki borgarin skal ikki kenna seg sum finnu í talvinum, men vita, at hann sum tað minsta altíð hevur uppiborið eitt svar.

Kommunuval 2020

Tað kann vera so nógv, borgarin vil hava svar uppá í gerandisdegnum, so sum byggiloyvi, ansing, eldrarøkt, reinhald, kavarudding og mangt annað. Og tá ið tað snýr seg um borgaran, eigur einki at vera ov lítið og einki ov stórt, men alt eigur at vera vert eitt svar.

Vit skulu koma burtur frá, at bíðast skal eftir svari – ella enn verri, at einki svar kemur yvirhøvur. Nei, eingin borgari í Tórshavnar kommunu skal bíða eftir svari um byggiloyvi, tekniskar veitingar, bussleið, vinnulív, ferðsluviðurskifti ella annað, men fáa svar sum skjótast.

Vit meina tað!

Umráðandi er eisini, at gáttin inn til býráðið og borgarstjóran ongantíð skal vera so høg, at ikki vanligi borgarin til eina og hvørja tíð kann koma á tal við borgarstjóran. Allir borgarar skulu vera vælkomnir og eingin skal bíða meira enn dagar til at avgreiða smámál, ið tørvur er at fáa framd og avgreidd.

Umráðandi er, at Tórshavnar kommuna á eisini hesum øki veitir borgarum sínum eina veruliga borgaratænastu, har pláss eisini er fyri tí einstaka.

Tórshavnar kommuna hevur nógv og gott fólk til at greiða tey mál, borgararnir hava upp á hjarta. Góð stýring og arbeiðsgleði skulu aftur vera lyklaorðini, so vit kunnu røkka teimum góðu úrslitum, ið hava verið so eyðkend fyri Havnina og kommununa alla.

Mítt slagorð er enn sum áður, at vanlig gerandismál skulu avgreiðast í dag, heldur enn í morgin, og tí er tað eisini, at vit bjóða okkum fram undir slagorðinum “Býráð fyri borgaran” – og vit meina tað!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin