Føroyar eru eitt tað ríkasta landið í heiminum. Og tað gongur væl í samfelagnum. So at siga eingin er arbeiðsleysur, vinnufyritøkurnar hava stór yvirskot og fólkatilflytingin er høg. So høg, at tað er stórur tørvur á nógv fleiri og bíligari bústøðum.
Tí tað eru tíverri mong, sum hava trupult við at fóta sær á verandi bústaðarmarknaði. Tey, sum í dag standa og mangla ein hóskandi bústað, eru í stóran mun lesandi, nýútbúgvin, stakir uppihaldarar, eldri og fíggjarliga sperd. Verður almenna bústaðarfelagið avmonterað hokna hesir samfelagsbólkar undir marknaðarkreftunum, tí tey hava ikki eina inntøku, sum klárar at fylgja við kostnaðarstøðinum á bústaðarmarknaðinum. Vit halda, at tey hava betur uppiborið enn so. Og vit halda, at Bústaðir er amboðið, sum kann nøkta henda tørvin.
Fleiri bústaðir – men ikki nokk
Undir seinastu samgongu bygdu Bústaðir meira enn ein nýggjan leigubústað um vikuna. Hetta hevur verið til mikla gleði fyri tey mongu, sum í dag búgva trygt og væl í eini íbúð hjá Bústøðum. Men tíverri og tíbetur mugu vit staðfesta, at fólkatilflytingin hevur verið so stór, at eftirspurningurin eftir íbúðum hevur verið størri enn útboðið. Tí standa vit framvegis og mangla nógvar bústaðir.
Undanfarna samgonga legði eitt uppskot fram í seinastu setu um at lata Bústaðir byggja 200 bústaðir afturat, men núverandi samgonga forðaði hesum í fíggjarnevndini. Eitt av tí fyrsta vit gjørdu aftaná valið, var tí at leggja uppskotið fram aftur saman við Tjóðveldi, men samgongan feldi uppskotið.
Nú er líkt til, at samgongan ikki bara vil forða Bústøðum at byggja meir, men beinleiðis hevur ætlanir um at niðurkapitalisera felagið, so privat kunnu forvinna meira á hesum økinum. Bústaðarpolitikkur verður umgjørdur til vanligan vinnupolitikk. Fyri Javnaðarflokkin er bústaðarpolitikkur eisini vælferðarpolitikkur.
Frælsi til at búgva har vit trívast
Tað eru fleiri orsøkir til, at vit í Javnaðarflokkinum halda, at fleiri bústaðir skulu byggjast, og at Bústaðir skulu verða við at loysa uppgávuna eftir verandi skipan.
Lat meg nevna nakrar:
Bústaðarpolitikk ikki vinnupolitikk
Skil meg rætt. Sjálvandi heldur Javnaðarflokkurin, at vit skulu hava eitt sunt og vælvirkandi vinnulív í Føroyum, har tað almenna ikki er kappingaravlagandi. Og eg haldi eisini, at tað er frálíkt, um privatir aktørar eru við til at byggja fleiri leigubústaðir og soleiðis nøkta ein part av bústaðartørvinum.
Men er tað ein trupulleiki hjá privatum aktørum at byggja leigubústaðir í Føroyum í dag? Ella er tað kanska bara eitt uppáhald? Áðrenn Bústaðir fóru undir at byggja almennar bústaðir í Føroyum vóru tað mær vitandi ongir privatir leigubústaðir bygdir. Síðani tá eru fleiri komnir upp at standa. Og í øllum hinum Norðanlondunum hava vit almennar og privatar aktørar, sum samvirka á marknaðinum, undir ymiskum treytum. Tað almenna byggir smærri íbúðir fyri minst møguliga prís við tí endamáli, at øll hava atgongd til eitt trygt og gott heim. Tað privata byggir eftir eftirspurninginum á marknaðinum.
Ongin forðar privatum aktørum í at byggja leigubústaðir, um eftirspurningurin er tilstaðar og íverksetarar síggja vinning fyri eyga. Men tá ætlanir eru um at lata privatar aktørar vinna pening burtur úr neyðini hjá fólki, tá siga vit í Javnaðarflokkinum stopp!
Latið Bústaðir fáa frið og gevið teimum heimild til at byggja enn meira.
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins