Nógv fólk ferðast hvønn dag millum Vágar og høvuðsstaðin fyri at arbeiða ella nema sær útbúgving. Men bussleiðin millum oyggjarnar riggar ikki nóg væl. Hetta er ein daglig avbjóðing fyri vágafólk, sum eigur at verða loyst sum skjótast, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við samferðslumálum, ein skrivligan fyrispurning um bussleiðina til Vágar.
- Næmingar úr Vágum, sum ganga á Glasi, mugu ofta vera burtur størsta partin av degnum, skulu teir fylgja undirvísingini. Harafturat leggur eingin bussur leiðina fram við Gásadali ella Bø. Eisini eru nógv, sum búgva í Vágum og arbeiða í Havn, sum somuleiðis hava trupult við at ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Í hesum sambandi hevði verið skilagott í sama viðfangi at tillaga bussleiðina til størru arbeiðsplássini í høvuðsstaðnum so sum Glasir og Landssjúkrahúsið, sigur Jóhannis Joensen í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Trupulleikar við bussleiðini til og úr Vágum hava áður verið reistir á løgtingi m.a. av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Tí vónar og væntar Jóhannis Joensen, at trupulleikin verður loystur sum skjótast.
- Tað vildi verið ein stórur lætti í gerandisdegi teirra, sum arbeiða ella nema sær útbúgving í høvuðsstaðnum, sigur hann.