Tilsamans forvinna menn næstan dupult so nógv sum kvinnur í Føroyum. Við at betra um barsilsskipanina og raðfesta lønarlagið í størvum, sum kvinnur ofta velja, kann hetta betrast. Til fyrimuns fyri bæði kynini.
Lønarmunurin millum kvinnur og menn stendst serliga av tveimum orsøkum:
At kvinnur skulu hava eins góða løn sum menn, snýr seg ikki um at lækka lønina hjá monnum, men at hækka lønina í kvinnudomineraðu størvunum. Hetta kann samstundis geva monnum betri rættindi og tilknýti til síni børn, tí tað verður ikki tað fíggjarliga, ið ger av, hvør er heima við børnunum.
Tað vísir seg, at hvørja ferð kvinnur fáa børn, verður truplari at koma upp á ella upp um somu løn sum arbeiðsfelagarnir. Hetta er serliga tí, at kvinnurnar í so stóran mun eru tær, ið taka barnsburðarfarloyvið, og tí ikki eru til arbeiðis í upp til eitt ár. Harvið missa tær ikki bara part av inntøkuni tað árið, tær hava farloyvi. Tær sleppa eisini í minni mun framat, tá umræður at fáa betri lønt størv á arbeiðsplássinum, tí tær eru minni støðug arbeiðsorka. Hetta rakar ikki í sama mun páparnar, ið eru skjótir aftur til arbeiðis, og sum oftast ikki eru eins bundnir av húsligum arbeiði og umsorganarábyrgdini.
Hin trupulleikin snýr seg um starvsleið. Tey kvinnudomineraðu størvini, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og onnur yrki innan heilsu-, barna- og eldraøkið eru verri lønt enn størvini, ið menn oftast velja. Harafturat vísir tað seg at vera ógvuliga trupult hjá nógvum at fáa fulla tíð innan nevndu yrkisleiðirnar, tí tey eru normerað sum parttíðarstørv. Lutvíst av hesi orsøk arbeiðir meir enn helvtin av øllum kvinnum niðursetta tíð, tó at kanningar vísa, at fimta hvør av hesum kvinnum fegin vil arbeiða meir. Sjálvandi skulu vit sleppa at vera heima við hús, men skal okkara kyn avgera, hvørt vit gera tað ella ikki?
Hvør ynskir eitt samfelag, har kynið skerjir tínar møguleikar bæði sum maður og kvinna? Vit skulu raðfesta kvinnudomineraðu umsorganarstøvini og hava eina barsilsskipan, sum tryggjar báðum foreldrum møguleika at fara í barsil og knýta seg til sítt barn. Hetta umframt at hava møguleika at velja yrki, arbeiðstíð og umstøður á jøvnum føti.
Ingilín Didriksen Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin