Javnaðarflokkurin og hinir andstøðuflokkarnir fara at leggja eina røð av broytingaruppskotum fram til 2. og 3. viðgerð av fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni. Millum annað vilja flokkarnir forða fyri, at útlendingar aftur skulu kunna eiga føroyska fiskatilfeingið.
Nýggja fiskivinnuppskotið hjá samgonguni er til aðru viðgerð í løgtinginum í dag. Samgongan ætlar í stóran mun at bakka aftur til gomlu skipanina. Javnaðarflokkurin er ímóti nýggja uppskotinum, og skriva saman við meirlutanum í vinnunevndini millum annað soleiðis í álitinum:
“Í Føroyum hava vit í seinastu løtu megnað at hildið fast við, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki gerast ogn hjá einstaklingum. Hetta verður nú broytt. Uppskotið til løgtingsmál um sjófeingi snýr seg grundleggjandi um, hvør skal fáa gagn av tí ovurstóra virðinum, fiskatilfeinginum, sum vit øll eiga. Skal fólksins ogn koma flest møguligum kring landið til góðar, ella skal tað latast nøkrum fáum útvaldum privatum og útlendingum at keypa og selja sínámillum.”
Javnaðarflokkurin og hinir andstøðuflokkarnir fara tí at leggja eina røð av broytingaruppskotum fram til fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni. Millum annað leggja flokkarnir stóran dent á, at fiskitilfeingið framhaldandi skal vera á føroyskum hondum.
Onnur viðgerð av lógini um sjófeingi byrjaði klokkan 10 í morgun.