Øll hesi árini eg havi fylgt við í politikki, havi eg mangan undrast, hví tað er meira regulin enn undantakið, at tað er ómøguligt at finna semjur millum samgongur og andstøður. Næstan líkamikið, hvørjir flokkar eru á hvørjari síðu, hevur ikki borið til hjá samgongu og andstøðu at fáa breiðar semjur í lag.
Um vit hyggja til Danmarkar, síggja vit, at teir stóru flokkarnir gera avtalur um meira ella minni øll stór mál, t.d. samferðslu, heilsuverk, hernaðarmál, skúlamál og umhvørvismál. Tað eru bert smáu flokkarnir uttast til høgru og vinstru, sum ikki eru við. Hesar avtalur eru bindandi, og um tær skulu broytast, skulu allir flokkar vera við.
Eg haldi, at tað er átaluvert, at fólkavald ikki kunnu seta seg um eitt borð, tosa seg til rættis og finna semjur øllum føroyingum at frama. Úrslitið er, at okkara samfelag sveiggjar millum vinstru og høgru 4. hvørt ár. Ongar langtíðarætlanir verða gjørdar millum flokkarnar.
Tað, sum er mest umráðandi tey komandi fýra árini, er skilagóður politikkur og at finna semjur, so tær eru galdandi í meira enn eitt valskeið. Hettar má til, um vit skulu loysa framtíðar avbjóðingar fyri okkum øll.
Nú hugsar onkur møguliga, at Javnaðarflokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin. Tað er rætt, tí vit halda, at flokkarnir er so ymiskir og standa langt frá hvørjum øðrum politiskt. Vit vilja samstarva við allar flokkar um einstøk mál, eisini Fólkaflokkin. Tað, sum er mest umráðandi fyri meg er at samstarva tvørtur um miðjuna og leggja dent á semjur.
Verði eg valdur á løgting, fari eg at arbeiða fyri breiðum semjum. Tað er ábyrgd hjá politisku flokkunum at virka so fyri at semjur verða gjørdar millum samgongu og andstøðu, altíð við tí úrsliti, at tað gagnar Føroya fólkið og samfelagnum.
Kim Durhuus – valevni Javnaðarfloksins