Sunnudagin 7. juni brúktu nógvir føroyingar høvi at vísa, at vit ikki góðtaka rasismu. At vit ikki góðtaka, at rasa skal áseta virðið á einum menniskja, hóast vit ferð eftir ferð tíverri síggja, at hetta er ein brutalur veruleiki fyri alt ov nógv. Ein veruleiki, sum í evstu avleiðing kann enda í drápi.
Vit kunnu byrja við tí grundleggjandi samskiftinum: hvørji orð skulu vit brúka um okkum sjálvi og um hini? Tíverri eru framvegis fólk, sum tvíhalda um rættin til at brúka orðið nekari. Summi aggressiv og avbjóðandi, og onnur regredierandi og elskulig. Harraguð, slappa av, ver ikki so erkvisin, tað er bara eitt orð. NEI, tað er IKKI bara eitt orð. Og um tey menniskju, sum orðið nekari vendir sær ímóti IKKI vilja verða lýst við hesum orðinum, so skulu vit ikki brúka tað. End of story! Máti skal vera við, hvussu privilegiublind og barnsliga insisterandi, vit kunnu loyva okkum at vera.
Rasisma hevur nógv andstyggilig andlit. Og í gjár hoyrdu vit fleiri føroyingar fortelja, hvussu eitrandi gerandisrasisman er fyri tey, tí teirra húðalitur er øðrvísi enn tann hjá fjøldini. Fyri meg var hetta sanniliga eitt høvi at síggja bjálkan í egnum eyga, heldur enn at stara meg blinda av flísini í eyganum á hinum.
Runa Preeti Ísfeld hevur skrivað phd-ritgerð um kvinnur, sum flyta til Føroya, tí tær hava funnið sær maka. Og arbeiðið hjá Runu vísir, hvussu røsk vit í Føroyum eru at seta kvinnurnar í bás. Er tað nú reinur og skærur kærleiki, sum fær tær at flyta allan vegin til Føroya? Heilt erligt, býr ikki okkurt annað undir? Slíkum illgitingum skulu nógvar kvinnur liva við. Á arbeiðsmarknaðinum fáa tær heldur ikki høvi at brúka teirra førleikar. So hesar kvinnurnar og familjur teirra uppliva sanniliga fordómar í teirra nýggja heimlandi. Tað er neyðugt, at vit hyggja inneftir og konfrontera okkara egnu fordómar, tí einans á tann hátt kunnu vit temja hesar fordómar. Og teinurin frá fordómum til rasismu er ikki altíð so langur.
Uppgávan er stór, hon er viktig og hon er drúgv: at arbeiða fyri, at ongum nýtist at liva í óttanum um eitt aggresivt og lívsfarligt knæ á hálsinum, eitt knæ, sum so syrgiliga tragiskt kostaði 47 ára gamla George Floyd lívið tann 25. mai í Minneapolis. Hetta knæið kann sanniliga eisini merkjast í yvirførdum týdningi, tí særandi og illviljað orð taka eitt sindur av lívinum hjá teimum, sum tey raka.
Koyrið á tit ungu menniskju og Amnesty International. Tit hava víst, at vit í Føroyum ikki eru líkasæl, hvørki við tað, sum hendir í útlondum ella við tað, sum hendir í Føroyum. Túsund takk fyri, at tit skipaðu fyri hesum tiltaki.
Kristianna Winther Poulsen