Røttu átøkini mangla, tá tað ræður avbjóðingarnar við barnaansing. Tað heldur Birna Heinesen, sum er valevni hjá Javnaðarflokkinum til Løgstingsvalið 2022. Les meir her.
Í einum vælferðarsamfelag hava øll rætt til eina góða ansingarskipan, so at vit sleppa til arbeiðis og at taka lut í samfelagnum. Seinastu tíðina hevur trot á fólki á ansingarøkinum verið á breddanum fleiri ferðir. Men røttu átøkini mangla. Starvsfólk, ikki minst útbúgvið starvsfólk, mangla á dagstovnaøkinum
Eftir mínum tykki er hetta eitt grundleggjandi vælferðartilboð sum er sera týdningarmikið fyri føroyingin, fyri barnafamiljuna og ikki minst fyri føroyska búskapin, soleðis at vit øll kunnu taka lut í okkara samfelag.
Fleiri námsfrøðingar og betri arbeiðsumstøður
Vit skulu útbúgva fleiri námsfrøðingar. Sjálvandi. Men líka so umráðandi er tað at tryggja, at útbúnir námsfrøðingar ynskja at arbeiða á dagstovnaøkinum - at bøta um arbeiðsumstøðurnar. Og tað hastar. Tað snýr seg um løn, um virðing og um arbeiðstíð!
Tey, sum starvast á dagstovnaøkinum hava rætt til eitt familjulív og ein gerandisdag. Fremsta uppgávan er at fáa viðurskiftini og umstøðurnar á teirra arbeiðsplássum í rættlag, so fólk fáa hug at átaka sær hetta álitisstarv, og ikki minst: so tey føla, at tey verða lønt eftir tí ábyrgd tey hava.
Sernám og barnapsykiatriin mugu eisini styrkjast
Samstundis um ansingartilboðið skal vera vælvirkandi, mugu dagstovnarnir eisini fáa neyðuga stuðulin til børn sum hava serliga tørv. At síggja avbjóðingar og at sleppa til útgreiningar er ein fortreyt fyri at fáa røttu viðgerð og røttu tilboð so tíðliga sum gjørligt.
At loysa hesa avbjóðing er ein av fremstu uppgávunum hjá einum komandi løgtingi.
Verða hesar avbjóðingar ikki loystar, fara vit í mong áratíggju at síggja avleiðingar av væntandi ansing og menning hjá børnunum í okkara samfelag.
Millum annað hesum stórmáli fari eg at arbeiða hart fyri at loysa, um tú gevur mær tín kross og títt álit 8. desember!
Birna Heinesen, valevni Javnaðarfloksins