Javnaðarflokkurin vil, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta, og at hesar barnafamiljur fáa ein hægri barnafrádrátt og harvið betri kor í gerandisdegnum.
Somuleiðis vil Javnaðarflokkurin hyggja at botnfrádráttinum og viðbótunum hjá pensjónistum.
Tí Javnaðarflokkurin vil altíð hava eitt vakið eyga við, at eingin inntøkubólkur er við sviðið soð. Allir føroyingar skulu fáa lut í føroysku vælferðini.
Javnaðarflokkurin vil einar javnari Føroyar!