21. februar 2025

Betri atgongd til handkeypsheilivág: Fleiri sjálvtøkur verða settar upp

Tríggjar nýggjar sjálvtøkur verða settar upp í vár, og fara tær at geva fólki betri atgongd til handkeypsheilivág alt samdøgrið.
- Vit vilja tryggja javnbjóðis atgongd til handkeypsheilivág í Føroyum. Við fleiri sjálvtøkum kring landið, hava viðskiftafólk atgongd til handkeypsheilivág frá apotekinum allar tíðir á døgninum alt árið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Uttanfyri nýggja apotekið í Vágum verður ein av nýggju sjálvtøkunum sett upp. Hendan verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp í vár. Hinar báðar sjálvtøkurnar verða settar upp uttanfyri apotekini í Klaksvík og Runavík.
Umframt tey skjótt fimm apotekini er og søludeildini í Steinatúni eru í løtuni 19 handkeypssølur runt í landinum.
Ætlanin er, at fleiri sjálvtøkur skulu setast upp um landið, tað fer at gera atgongdina til handkeypsheilivág enn betri.