Í hesum døgum har sum flestu flokkar, eisini fyritøkur, vilja yvirbjóða hvønn annan í átøkum innan grøna orku, má ein gera sær eitt greitt: Tað er, at mann veit, hvat mann hevur, men ikki hvat ein fær, um lopið verður framav.
Útbyggingar á orkuøkinum kosta nógvar pengar, og tær eiga ikki at fremjast ov skjótt til ein hvønn prís.
Heldur má umskiftið fremjast við hóvsemi, so at øll kunnu fylgja við, serliga brúkarin, sum skal betala.
Samanfatað eigur politiska skipanin at vera ansin, tí eitt er, sum ikki má henda, og tað er, at øll føroyska orkuframleiðslan endar á útlendskum hondum. Helst skuldi mann ikki verði noyddur at keypt føroyskan vind frá útlendskum fyritøkum.
Hendir tað, so hevur føroyingurin einki spart.
Henrik Old