Hans Jacob Thomsen
07. september 2023
Hans Jacob Thomsen

Bárður og haldførið

- Tá Bárður tók við sum løgmaður, hevði landskassin eitt avlop á slaka hálva milliard. Tá Bárður legði frá sær, var hetta avlopið vekk, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur.

Nú Bárður á Steig Nielsen aftur og aftur hartar samgonguna fyri vantandi fíggjarstýring, kenni eg meg noyddan at koma við nøkrum viðmerkingum til ósakligu ákoyringarnar frá fyrrverandi løgmanni.

 

Tað er ikki so trupult at eftirkanna ákoyringarnar frá Bárði, tí bæði fíggjarlógir frá landsstýrinum og frágreiðingar frá Búskaparráðnum eru almennar.

 

Tá Bárður tók við sum løgmaður, hevði landskassin eitt avlop á slaka hálva milliard. Tá Bárður legði frá sær, var hetta avlopið vekk, um vit síggja burtur frá eingangsinntøkum.

Hetta avlopið varð søplað burtur farna valskeið, tí als ongin stýring var á inntøkum og útreiðslum hjá undanfarna landsstýri.

Hevur Bárður gloymt, at væntaða hallið, sum Búskaparráðið kunngjørdi herfyri, er ein rein framskriving av fíggjarstýringini frá hansara egna landsstýri?

 

Ferð eftir ferð kom tásitandi samgonga við lættum. Lættar, sum møguliga vóru bæði neyðugir og skilagóðir, men í hvørjum einasta føri ófíggjaðir.

T.d. tær 120 milliónirnar til pensjónistar, eitt gott átak, men – ófíggjað.

Skattafrádrátt til lærlingar á 17 milliónir, eisini eitt gott átak, men – ófíggjað.

 

Líkamikið, hvat nakar heldur um uppboðssølu av veiðirættindum, so misti landskassin eisini har eina stóra inntøku, tá undanfarna landsstýrið strikaði uppboðssøluna uttan at seta nakað í staðin.

 

Á útreiðslusíðuni slapp raksturin at vaksa púra ótálmað. Einasta spariuppskotið, alt seinasta samgonguskeið, spardi landskassanum eina hálva millión.

 

Eisini íløgurnar spolaðu avstað. Tey trý árini, undanfarna landsstýrið sat, tvífaldaðust íløgurnar – úr 400 milliónum til 800 milliónir í dag. Uttan iva góðar og skilagóðar íløgur, sum gagna nógvum borgarum, men so stórar íløgur uttan raðfestingar í einum longu frammanundan yvirhitaðum búskapi, kann beinleiðis samanberast við óðamannaverk.

 

Tá CEF-samgongan afturi í 2017 gav skattalætta, tók flokkurin hjá Bárði undir við sjálvum skattalættanum, men ikki við fíggingini av honum.

Ein partur av fíggingini av skattalættanum til lág- og miðallønt, sum samgongan nú arbeiðir við, eru hækkaðu veiði- og tøkugjøldini, sum Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti.

Hóast meira fígging skal til, ivist eg onga løtu í, at hann eisini fer at atkvøða ímóti teimum uppskotunum um fígging, sum fara at koma, fyri síðani at taka undir við skattalættanum hjá samgonguni.

Tað er allur trupulleikin við ákoyringunum frá Bárði, tær lýsa bara hansara egna politikk higartil, har fíggingin verður send víðari til komandi samgongur og ættarlið at gjalda.

Tað allarbesta dømið um júst tað, er forskattingin av pensjónum, ein vanlukka fyri búskapin, har langtíðar haldførið varð skeiklað við 600 milliónum og meira um árið

 

Eins og seinasta CEF-samgonga ruddaði upp eftir Bárði og borgarligu samgonguni, gera vit tað sama hesuferð. Tað er onki stuttligt, men tíverri neyðugt.

Tað megnaði CEF-samgongan frá 2015 til 2019, og tað megna vit sjálvandi eisini hesuferð.

Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin