Sjúrður Skaale
Lesarabræv25. mai 2021
Sjúrður Skaale

Bárður hevur mist stýringina í Tinganesi

Mikudagin leyp Jenis av Rana á landsstýrisins politikk. Hósdagin gjørdi Jacob Vestergaard tað sama. Tað er kaos. Og tað er trupult at síggja nakran skipara á brúnni.

Hetta hevur verið ein løgin vika í føroyskum politikki.

Mikudagin var Jenis av Rana úti og máaði støðið undan sínum egna landsstýri. Tað blivu starvsfólk á t.d. sjúkrahúsum og ellis- og røktarheimum rasandi um. Tey hava jú sambært ætlanini hjá landsstýrinum verið noydd at lata seg koppseta - og so kom eitt umboð fyri sama landsstýrið og segði, at tað kundi vera vandamikið, og tí vildi hann bíða.

Dagin eftir - hósdagin - kom Jacob Vestergaard út og máaði støðið undan sínum egna landsstýrið í málinum um radaran.

Vit skulu totalt broyta kós, segði hann.

Hugburðurin hjá Jacob Vestergaard á hesum øki er als ikki broyttur síðani hann av tingsins røðarapalli segði, at hann "ikki kundi skitið meira á tað", um russisk fogfør vóru í føroyskum loftrúmi - hvønn dag.

Hvat Russland hevur gjørt og ger í Hvítarusslandi, Ukreina og aðrastaðni - tað tykist Jacob eisini skíta á. Eins og hann skítir á, at okkara grannalond kenna seg hótt og m.a. tí vilja hava ein radara settan upp í Føroyum.

Jacob tykist ikki skilja, at vit hoyra til eina samgongu av londum - NATO - og at tað er henda samgongan, sum verjir okkum. Tað er ikki hvørt land fyri seg. Tað eru øll saman.

Okkara trygd liggur í, at hini NATO londini ikki skíta á Føroyar og okkara trygd. Tí einsamøll kunnu vit einki gera. Men tað tykist Jacob ikki skilja.

Egnan radara

Loysnin hjá Jacob er, at vit sjálv skulu seta radaran upp, og so selja øðrum tær upplýsingar, hann gevur. Altso: Í staðin fyri at Danmark fíggjar radaran, so skulu vit sjálv fíggja hann, og síðani fáa onkran annan at rinda fyri íløguna.

Tað er ein endurtøka av tí, sum Tjóðveldi sigur.

Um tað hongur saman ivist eg stórliga í. Jacob og Tjóðveldi siga jú, at radarin ikki er neyðugur. Men samstundis siga tey, at onnur fara at vilja keypa upplýsingar frá honum í dýrum dómum. Hvussu tað hongur saman dugi eg ikki at síggja. Men tað mugu tey svara fyri.

Annars eri eg ikki ósamdur: Um vit kunnu gera eina avtala við NATO, og síðani sjálv fíggja radaran og reka hann, so er tað best. Ikki minst tí tað hevði givið okkum eitt innlit í verjumál, sum tað er týðuligt, at nógv mangla.

Hvar er løgmaður?

Problemið er, at landsstýrið hevur eina aðra kós. Og Jacob situr altso sjálvur í landsstýrinum.

Hetta má hava verið umrøtt ógvuliga ofta í Tinganesi, tí tann fyrsti kunnandi fundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina um radaran var altso 6. august í fjør. Og síðani hevur ein røð av fundum verið millum partarnar.

Hvat hevur Jacob sagt, tá hetta hevur verið umrøtt, og landsstýrið hevur lagt sína kós? Hevur hann tikið undir við tí? Hevur hann mótmælt? Ella hevur hann einki sagt?

Og tað, sum Jacob sigur alment nú - hvør er tað, sum sigur tað? Er tað Fólkaflokkurin? Er tað Jacob sum landsstýrismaður? Ella ger hann ein Jenis, og sigur hetta sum privatpersónur?

Hví fer hann út við tí? Hví er hann ikki loyalur móti sínum egna landsstýri? Er orsøkin, at tá Jenis ikki er loyalur, so nýtist Jacob heldur ikki at vera tað? Hvat sigur hansara formaður, Jørgen Niclasen, til at Jacob alment gongur ímóti landsstýrinum? Er hetta avtalað millum teir? Er tað fyri at kyrra ávísar veljarar hjá lista A?

Og so til tann stóra spurningin: Hvar ólukkan er løgmaður? Hansara landsstýrismenn melda úr í hvør sína ætt inni á málsøkinum hjá hvørjum øðrum. Alt tykist flóta. Hvat ger Bárður við tað? 

Sum myndin stendur í løtuni, hevur Bárður fullkomiliga mist stýringina í Tinganesi.

 

Sjúrður Skaale