Marnar Fríðheim Kristiansen
Lesarabræv01. desember 2022
Marnar Fríðheim Kristiansen

Barsil til øll – eisini til pápar og sammøður

Løgtingsval 2022

Rúna Sivertsen, valevni hjá Sjálvstýrinum hevur skrivað eitt, uppá nógvar mátar frálíkt, lesarabræv um barsil.

Hetta lesarabrævið snýr um, at útgjaldið er afturúrsiglt. Hetta eri eg púra samdur í. Men tá tosað verður um eina rættvísa barssilskipan til øll, so eru als ikki øll tikin við. Trupulleikin við hesum lesarabrævinum er, at pápin og sammóðurin verða púra gloymd. Ikki minni enn 7 ferðir verður mamman nevnd. Fyri alt ov nógv er sjálvsagt, at tað er mamman, sum skal taka barsilin. Men tað eigur ikki at vera so. Vit skulu hava eina rættvísa barsilsskipan til øll – eisini til pápar og sammøður.

Føroyskir pápar tóku í 2016 bert 7% av barsilsfarloyvinum. Hetta er nógv minst í Norðanlondum. Eg eri júst afturkomin av fýra vikum barsil við yngsta soninum. Hetta gjørdi eg fegin, hóast tað merkti, at eg fekk minni útgoldið hesar vikurnar. Men vit eiga at eggja pápum til at taka ein størri part av barslinum. Tað gera vit ikki í dag, við teimum skipanum og hugburði sum er í dag.

Eingin almennur sáttmáli hevur í dag lønt barnsburðarfarloyvi til tær vikurnar, sum eru oyramerktar til pápan og sammóðurina. Hetta skal broytast. Pápar og sammøðurnar skulu taka ein størri part av barslinum.

- Tað er betri fyri sambandið ímillum pápan/sammóðurina og barnið

- Tað eggjar til meira javnstøðu á heimafrontinum

- Tað fer at gera, at ójavnin á lønarmarknaðinum ímillum kynini fer at minka.

 Vit skulu hava eina rættvísa barsilsskipan fyri øll.

Eisini fyri pápar og sammøður.

Marnar Fríðheim Kristiansen,

Valevni hjá Javnaðarflokkinum

Greinin hjá Rúnu Sivertsen er at lesa her: Tað sæst her: https://lesarin.fo/#/articles/raettvis-barsilsskipan-til-oll-1

Hagtøl um pápar og barsil her: https://5vmo.short.gy/menn_og_javnstøða