- Eg stilli upp tí at eg haldi, at býráðið hevur tørv á fleiri smábarnamammum, sum tora og vilja gera sítt til, at kommunan raðfestir trivnaðin meir.
Soleiðis sigur 29 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol, sum bjóðar seg fram á javnaðarlistanum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Tá Barbara í 2021 fyri fyrstu ferð tók sæti á fólkatingi var hon yngsta føroyska fólkatingsumboð nakrantíð. Síðani hevur hon røkt fólkatingsessin fyri Sjúrð Skaale tvær reisur, seinast í vár.
Barbara hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU í mong ár. Eisini hevur hon verið forseti fyri Ungdommens Nordiska Råd. Barbara er útbúgvin búskaparfrøðingur.
Barbara sigur, at hon fer at virka fyri, at Tórshavnar Kommuna verður ein kommuna fyri øll - uttan mun til aldur og fíggjarliga orku. Ein fjølbroytt kommuna styrkir samanhaldið og trivnaðin.
- Vit mugu eisini ásanna, at Tórshavnar Kommuna hevur ein førandi leiklut í at venda gongdini við fólkafráflytingini. Kommunan hevur sett gongd á at útstykkja nógv, og hóast tað er gott, so er tað ikki nóg mikið.
Vit noyðast at fáa fjølbroyttari bústaðir – og nýggja heimildin at byggja almannagagnligt skal brúkast, sigur Barbara Gaardlykke Apol, sum verður eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið tann 12. november.