Hesa vikuna tekur Barbara Gaardlykke Apol sæti fyri Sjúrð Skaale á fólkatingi. Hetta er aðru ferð, at Barbara umboðar Javnaðarflokkin á fólkatingi. Seinast var í mars 2020 samstundis sum Danmark lat aftur orsakað av koronusmittuni.
Tá Barbara tók sæti í 2020, tók hon samstundis yvir 100 ára gamla metið at gerast yngsti føroyingur á fólkatingi nakrantíð. Nú vendir unga javnaðarkvinnan aftur til Christiansborg til eina virkna viku.
Á skránni er millum annað aðalorðaskifti um ríkisfelagsskapin, har forsætismálaráðharrin leggur fram eina støðulýsing, sum aftaná verður viðgjørd av fólkatingslimunum. Eisini verður skipað fyri kjakfundum ymsastaðni í fólkatinginum. Harafturat er sessurin altíð eitt gott høvi at nýta til at seta donsku ráðharrunum fyrispurningar um eitthvørt.
- Tað eru altíð smærri og størri viðurskifti, sum ávirka annaðhvørt føroyskar borgarar í Danmark ella sambandið millum Føroyar og Danmark, greiðir Barbara Gaardlykke Apol frá.
Seinast setti Barbara Gaardlykke Apol m.a. ein fyrispurning til løgmálaráðharran um viðurskiftini hjá føroyskum fangum. Hesin fyrispurningur hevur síðani elvt til orðaskifti um nýtsluna av avbyrging í Mjørkadali.