Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv20. januar 2020
Eyðgunn Samuelsen

Bara manglandi vilji frá Helga Abrahamsen

Tað er bara manglandi vilji frá landsstýrismanninum, sum ger, at hann einki vil gera við fyri at javnseta kynini í samband við útgjald av eftirløn frá pensjónsfeløgunum! Pensjónssemjan er als ongin forðing.

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at alt við pensjónini er eitt kompromis. Hann sigur, at hetta er orsøkin til, at mann ikki má lata "pakkan" upp aftur, og tí fer hann ikki at javnseta kynini í samband við útgjald av uppspardari eftirløn. 

Fyri tað fyrsta, so vóru hvørki Sambands- ella Fólkaflokkurin við í semjuni, tí eru teir ikki bundnir av henni á sama hátt, sum teir flokkarnir, ið gjørdu semjuna. At teir ikki kenna seg bundnan av hesum, hava teir longu víst við teimum stóru broytingunum, ið teir gjørdu í pensjónini áðrenn jól (uppá nakrar fáar dagar).


Fyri tað næsta, so var tað als ikki tikin avgerð í pensjónssemjuni um, at tað var í lagi, at kvinnur fáa lægri útgjald enn menn.

Tí er als onki í vegin fyri, at landsstýrismaðurin broytir hetta, um bara viljin er tilstaðar. Eg vænti, at hann fær undirtøku frá allari andstøðuni, um hann tekur stig til hetta. 

Eg fái tíverri ta fatan, at viljin er als ikki til staðar, og tað er spell. 

Í míni tíð sum landsstýriskvinna legði eg stóran dent á at javnseta kynini á ellisárum. Í sambandi við pensjónsnýskipanina varð samtykt, at almannaveitingar, sum koma í staðin fyri løn, eisini skuldu verða fevndar av eftirlønarlógini, so at eftirlønargjaldið varð lagt aftrat veitingini. Eisini herdu vit ásetingina í eftirlønarlógini um at egin uppsparing var partur av felags búgvi við hjúnarskilnað, og vit syrgdu fyri, at mótrokning millum hjún bleiv strikað/valfrítt. Alt fyri at javnseta kvinnur og menn á pensjónsárum. Var eg í støðuni hjá Helga Abrahamsen, hevði eg avgjørt eisini tikið hetta næsta stigið á javnstøðuleið. 

Eyðgunn Samuelsen