Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at veita øllum foreldrum felags foreldramyndugleika frá tí, at eitt barn verður føtt, so at gift og ógift verða javnsett á hesum øki.
- Tá eitt barn verður borið í heim, burdi tað verið ein natúrlig sjálvfylgja, at bæði foreldur at nýfødda barninum hava foreldramyndugleika á barninum. Men soleiðis er tað ikki í dag, sigur Bjarni Hammer í viðmerkingunum til uppskot um felags foreldramyndugleika, sum hann hevur latið løgtinginum.
Bjarni Hammer vísir á, at tá eitt barn verður føtt í dag, hava bæði foreldur foreldramyndugleika, um foreldrini eru gift. Eru foreldrini ikki gift, hevur mamman einsamøll foreldramyndugleikan.
Ógift mamma skal í dag taka eina aktiva avgerð um, hvørt hon vil lata pápanum foreldramyndugleika á barni teirra. Tað kann møguliga eggja til óneyðuga ósemju foreldranna millum, heldur Bjarni Hammer.
- Øll børn eiga sum útgangsstøði at hava rætt til bæði foreldur við føðing, uttan mun til, um foreldrini eru gift ella ógift, soleiðis at bæði foreldur verða javnt stillað, sigur Bjarni Hammer.
Uppskotssetarin vísir á, at tá mál av hesum slag enda í rættinum í Føroyum, ber einans til at áleggja øðrum foreldrinum foreldramyndugleikan. Bjarni Hammer heldur, at rætturin, eins og í grannalondum okkara, skal kunna áleggja foreldrum felags foreldramyndugleika.
Samanumtikið heldur Bjarni Hammer, at lógin skal tryggja rættin hjá barninum til at trívast og tryggja rættin hjá barninum til bæði foreldur uttan mun til, um foreldrini eru gift ella ógift.