Høvuðsorsøkin til, at mong av hesum ikki arbeiða er, at hvør forvunnin króna verður mótroknað í pensjónini.
Javnaðarflokkurin metir, at øll, sum kunnu arbeiða, eiga at arbeiða. Vit hava tørv á øllum hondum, men tað skal ikki ganga útyvir hvørki frítíð ella familjulív.
Vit hugsa helst sjáldan um, at nærum triðingurin av øllum føroyingum eru pensjónistar. Og alt ov lítið verður hugsað um, at ein stórur partur av hesum framvegis vilja arbeiða, um tað so bara er hálva tíð ella nakrar tímar um vikuna.
Høvuðsorsøkin til, at mong av hesum ikki arbeiða er, at hvør forvunnin króna verður mótroknað í pensjónini.
Eg fari at arbeiða fyri, at mótrokning í pensjónini verður strikað.
Vit eiga ein stóran hóp av væl skikkaðum, frískum eldri medborgarum,
sum fegin taka eitt tak av og á, um tað loysir seg.
Fyri at økja arbeiðsmegina mælir Javnaðarflokkurin tí til, at avtøka av mótrokningina í fólkapensjónini beinanvegin verður kannað.
Heðin Mortensen