Sum tað er syrgiligt at hoyra umboð fyri samgonguflokkarnar úttala seg í málinum um javnrættindi til samkynd foreldur og teirra børn, sum nú um dagarnar er frammi í miðlunum.
Á Breddanum hjá KVF tann 23. september var evnið til viðgerðar, og har førdi nýggja umboðið hjá Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, fram, at vit ikki mugu skeikla ta vanligu kulturellu uppfatanina av, hvussu eitt parlag er. Vit mugu ikki skeikla alla skipanina, og vit mugu ikki forláta alla traditiónina í okkara samfelagi bara til fyrmuns fyri nøkur. Men snýr lóggáva seg ikki fyri ein part júst um at verja og tryggja minnilutar? Fólkafloksumboðið helt eisini fyri, at hjúnalag millum samkynd er eitt nýtt hylki, og ivasamt er, hvørjar umstøður børn fáa í hesum hylki. Sambært Fólkafloksumboðnum er familjan tann elsta traditiónin, sum mannaættin kennir til.
At skeikla merkir at avskepla og at avlaga – hvussu kann tað vera avskeplandi og avlagandi at geva samkyndum og teirra børnum tey rættindi, sum fyri okkum onnur eru ein sjálvfylgja? Og familja er ikki nøkur statisk eind, men broytist, júst sum tíðirnar broytast. Fyri nøkrum áratíggjum síðani var tað ikki hugsingur um at liva saman sum ógift, ella uppá ‘polskt’. Og tað var ikki lukkuligt at vera óseku børnini hjá ógiftum foreldrum, tí hesi børn fingu brutala og niðursetandi heitið ‘leysingabørn’.
Eg prísi meg lukkuliga fyri, at hendan áskoðanin ikki valdar longur, men tað sær tíverri út til, at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ynskja at stuðla Miðflokkinum í teirra áhaldandi stigmatisering av samkyndum og teirra børnum.
Ikki óvæntað ekkóaði umboðið fyri Miðflokkin Steffan Klein Poulsen tað, sum Bill Justinussen førdi fram í tíðindunum í KVF á døgurða sama dag: at tað var neyðugt at rudda upp í tí óruddinum, sum sitandi samgonga hevur arvað.
Og landsstýriskvinnan í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir krógvar seg aftanfyri samgonguskjalið og ger tí einki fyri at betra um rættindi og møguleikar hjá børnum, hvørs foreldur eru samkynd. Men samgonguskjalið er sjálvandi ikki ein tíðarleysur boðskapur, ristur í steintalvur, so hetta er ein lættvunnin umbering.
Tað ringasta var tó at hoyra landsstýrismannin, sum varðar av barsilsskipanini. Í døgurðatíðindunum 22. september vavdi hann runt í søgum um, at hann kendi fleiri ættleidd fólk, sum brúka nógva orku uppá at leita eftir teirra pápum. Men hann megnaði ikki at koma við sannførandi orsøkum til, hví hann noktar at gera sítt arbeiði: at vera landsstýrismaður fyri alt fólkið.
Eg hevði unt samkyndum, at landsins kosnu umrøddu tey við størri virðing, enn vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Tað hava samkynd, teirra foreldur, systkin, børn og onnur avvarðandi sanniliga uppiborið.
Kristianna Winther Poulsen