Allar tær metingar, vit hava sæð av starvsfólkaviðurskiftunum innan eldra- og dagstovnaøkini seinastu árini vísa, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum sum frálíður.
Allar tær metingar, vit hava sæð av starvsfólkaviðurskiftunum innan eldra- og dagstovnaøkini seinastu árini vísa, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum sum frálíður.
Summi halda, at um vit stytta arbeiðsvikuna, so verður tørvurin enn størri. Men hetta er ikki rætt.
Veruleikin er jú, at sum er, so arbeiðir nógv tann stórsti parturin av hesum starvsbólki niðursetta tíð. Tey koma tí ikki at arbeiða minni av, at vit stytta arbeiðsvikuna.
Men við at stytta arbeiðsvikuna, so fáa tey eina lønarhækking, sum helst førir við sær, at fleiri starvsfólk søkja inn á starvsøkið.
Í øðrum lagi er ein av orsøkunum til, at fleiri flyta úr hesum starvsbólki, at arbeiðið er ov strævið og lønin er ov lág. Við at hækka lønina og stytta arbeiðsvikuna, so er sannlíkt, at fleiri søkja inn á starvsøkið.
Í triðja lagi vísa kanningar úr Fraklandi og Íslandi, at við at stytta arbeiðsvikuna, so fara fleiri av teimum sum arbeiða niðursetta tíð, at arbeiða fleiri tímar. Harvið hækkar lønin og trivnaðurin batnar.
Hetta merkir, at vit beinanvegin eiga at stytta arbeiðsvikuna og at hækka lønina á økinum.
Heðin Mortensen