Enn ein 8. mars, sum gevur okkum høvi at taka støðu til avbjóðingar og livikor hjá gentum og konum í Føroyum og í heiminum.
Enn ein 8. mars, sum gevur okkum høvi at taka støðu til avbjóðingar og livikor hjá gentum og konum í Føroyum og í heiminum.
Betri kvinnurættindi eru sanniliga ikki komin dalandi av himni, og serliga ikki í einum so konservativum samfelagi sum okkara. Men nógv er hent, síðani altjóða kvinnudagurin fyrstu ferð varð hildin í 1910, og tyngjandi okið av ideologisku oyðimarkargongdini og av mótviljanum móti øktum kvinnurættindum undir mansstýrinum í Tinganesi undir seinastu samgongu endurtekur seg vónandi ongantíð.
Kvinnustríðið og tær samfelagsbroytingar, sum hetta stríð hevur havt við sær, er lýst sum tann størsta sosiala kollveltingin seinastu øldina. Vit fingu valrætt, atgongd til útbúgvingar og atgongd til arbeiðsmarknaðin. Vit fingu møguleika at gera av, um vit skulu hava børn, og hvussu nógv børn vit vilja hava.
Men enn er nógv at gera á veg fram móti málinum, sum er javnbjóðis livikor og javnbjóðis møguleikar fyri gentur og dreingir, fyri kvinnur og menn.
Stóra trotið á starvsfólki á dagstovnaøkinum, heilsuøkinum og á eldraøkinum er nógv umrøtt. Hetta eru kvinnustørv næstan burturav, og tær flestu arbeiða niðursetta tíð, tí arbeiðsdagurin er ov langur. Er arbeiðið í skiftandi vaktum, er ógjørligt at røkka teimum 40 tímunum hvørja viku.
Alt ov nógvar kvinnur eru av hesum í eini sera ringari støðu í einum dýrkandi gerandisdegi og við álvarsligum avleiðingum fyri pensjónina og fyri lívsinntøkuna. Hesin skeivleiki skal rættast, millum annað við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, við at lyfta lønirnar hjá lægst løntu bólkunum á umsorganarøkjunum og við skattalætta til lág- og miðallønt.
Í dag eru fleiri 8. mars tiltøk kring landið, og eg hugsi um tær nógvu kvinnurnar, sum seinastu árini eru fluttar til Føroya úr fremmandum londum. Tær skulu eisini hava ágóðan av framstigunum innan javnstøðu í teirra nýggja heimlandi.
Ofta hoyri eg yngri kvinnur siga, at javnstøða als ikki hevur týdning, og at tær kunnu gera akkurát tað, sum tær hava hug til. Slíkar útsagnir vísa, hvussu langt vit eru komnar, men tær vísa eisini, at fólk eru privilegiu- og søgublind. Tí javnstøða millum kyn er als eingin sjálvfylgja, men eitt úrslit av einum longum stríði, sum ongantíð endar. Og hetta stríðið krevur politiskt fokus og beinharðar raðfestingar.
Nógv er hent, og nógv er eftir at gera, og tí er altjóða kvinnudagurin framvegis bæði veitslu- og stríðsdagur.
Góðan 8. mars øll somul.
Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur og løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin