Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Nógv er eftir at gera á hesum øki, og tí er tað gott, at hesin dagurin varpar ljós á hesi viðurskifti.
Eitt týdningarmikið ynski hjá MEGD er, at:
"Øll børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg. Hetta kann verða veitt við góðu tilgongdini."
Tí vóni eg, at vælferðarlógin verður samtykt skjótt, so farast kann av álvara undir at geva øllum børnum og familjum teirra eitt samskipað heildartilboð.
Góðan brekdag øll somul!
Eyðgunn Samuelsen