Tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at borgarligir politikarar, ið reypa sær av, at teir av øllum duga best at umsita peningin hjá skattgjaldarunum, nú leypa á leistum niður í grunnin hjá ALS.
Ikki tí, tað er ikki nakað nýtt, at teir borgarligu duga væl at misbrúka orðið samhaldsfesti, tá tað skal koma teimum sjálvum til góðar politiskt.
Men tað eru bert nakrir krákumánaðir síðani, at Samhaldsfasti skuldi avmonterast í einum ekstremum skattalættabluffi.
Har skuldi arbeiðsmarknaðargjaldið gerast skattafrítt. Og ”samhaldsfestið” gekk út upp á, at teir pensionistarnir, ið vóru best fyri fíggjarliga, skuldu skúma róman av skattabluffinum, um tað gjørdist veruleiki. Borgarligur politikkur, tá hann er bestur.
Hvat siga teir pensionistar í dag, hvørs atkvøður gjørdu munin á vágskálini valkvøldið og góvu politisku orðloysingunum við teirra skattabluffi valdið?
Tað var eisini lagnunar speisemi, tá tað brast fyri nev fyri sløkum 30 árum síðani, og ALS gjørdist veruleiki.
Tí tað var sum at velja ímillum pest og kolera, tá Javnaðarflokkurin aftaná eitt framúr gott úrslit á løgtingsvalinum í 1990 legði sína politisku telving fyri tingmanningina.
Sum størsti flokkur lá tað í kortunum, at Javnaðarflokkurin átti fyrsta leik í skipanini av samgongu. Um hetta miseyðnaðist, hevði ein borgarlig samgonga verði skipað saman við teimum smáu flokkunum, og eingin ivi er um, at hon hevði borið so í bandi, at hvørki ALS ella Samhaldsfasti høvdu sæð dagsins ljós.
Nývaldið formaður Sambandsfloksins segði í almennum fjølmiðli, tá Samhaldsfasti var á politisku skránni, at hann ynskti Samhaldsfasta ”har piparið grør ”.
Tjóðveldisflokkurin var farin niður í fýra umboð, so tað stóð á gomlun nøglum, hvussu telvast skuldi. Frá fyrsta degi var greið semja um, at hjartamálini hjá Javnaðarflokkinum, ALS og Samhaldsfasti, skuldu gerast kjarnumálini í einum møguligum samgonguskjali.
Hjá Atla Dam sála, sum hevði verið formaður floksins seinastu 20 árini, var heilsan farin at bila. Tí sá hann helst fyri sær, at eydnaðist tað ikki Javnaðarflokkinum at skipa eina samgongu, so kom hvørki ALS ella Samhaldsfasti at gerast veruleiki í hansara livitíð.
Sum tann sterki, taktiski og mest royndi politikarin tók Atli Dam saman við flokkinum eina støðu, ið var neyðug, men sum fá ella eingin hevði ímyndað sær frammanundan. Ein samgonga varð skipað saman við Fólkaflokkinum við tilsamans 17 løgtingsumboðum. Ein avgerð ið hevði verið utopi í dag við sitandi leiðlslu Fólkafloksins.
Eingin ivi er um, at líka so sterkur formaður, sum Atli Dam var í Javnaðarflokkinum, líka so sterkur formaður var Jógvan Sundstein í Fólkaflokkinum. Mótvegis tí ultra høgrapolitikki, sum Fólkalokkurin hevur ført tey seinastu árini, so var poltikkurin, ið flokkurin førdi undir leiðslu Jógvan Sundsteins, sum dagur og nátt. Samstundis var politiska kemiin millum báðar formenninar sera góð.
Hinvegin rak tað hart á kýkin undir samráðingunum um Als og Samhaldsfasta. Tí hetta var reinur Javnaðarpolitikkur, so undir samráðingunum úti í Tinganesi leikaðu heykarnir í Fólkaflokkinum so í, at Atli, ið tá var darvaður av skaða í rygginum, hevði stavin á lofti í einstøkum førum.
Men hesir fingu ikki eitt bein til jørðina, og tessvegna fekk Javnaðarflokkurin loyst úr lagdi tvey tey størstu samhaldsføstu málini í nyggjari politiskari søgu.
At allir teir borgaligu flokkarnir, ikki bert í Føroyum, mena eisini í øllum Norðanlondum, nú meira og minni gera seg til talsmenn fyri samhaldsfesti, taka nógv í teimum ungu ættarliðunum kanska fyri góða vøru. Men veruleikin her heima er, at hevði politiska skipanin ikki havt politiska úrmælingin Atla Dam í oddinum fyri 30 árum síðani at halda Fólkaflokkin í skák, so høvdu teir borgarligu í dag als ikki havt møguleikan at lopið á leistun niður í tann samhaldsfasta ALS-grunnin. Eins og tey borgarligu heldur ikki høvdu havt møguleikan at misbrúkt Samhaldsfasta og pensionistarnar í einum mannminkandi skattabluffi upp undir seinsta løgtingsval.
At tey koma sær.
Frank Davidsen