24. oktober 2023

Almannagagnligir bústaðir skjótt veruleiki

Nú er uppskotið um almannagagnlig bústaðarfeløg endiliga liðugt og farið til almenna hoyring.

Fyrsta yvirskriftin í valskránni hjá okkum til seinasta løgtingsval var “Bústaðir til øll”. Ein bústaður skal vera eitt heim – ikki ein vøra. Øll skulu hava atgongd til eitt heim, sum hóskar til teirra tørv og lívsstøðu. Tí fegnast vit í dag um, at uppskotið hjá Ingilín D. Strøm um almannagagnligar bústaðir nú er farið til hoyringar.
 
Endamálið við uppskotinum er, at kommunur og Bústaðir saman skulu kunna stovna almannagagnlig bústaðafeløg, sum skulu tryggja lægri húsaleigur og bústaðarmøguleikar kring alt landið. Við at geva kommunum heimild til at vera við til at fíggja bústaðaverkætlanir saman við Bústøðum, ber hetta í sær øktar møguleikar fyri at útvega fleiri bústaðir kring landið, og kanska serliga í útjaðaranum, har møguleikin fyri at fáa vinnuligt avkast er avmarkaður, og har privatu íleggjararnir tí ikki eru áhugaðir í at vera við.
 
Fyrr í ár samtykti Løgtingið at strika kravið, um at Bústaðir skal samstarva við privatar íleggjarnar. Vilja vit útvega fleiri bústaðir til ein rímiligan prís, skal Bústaðir hava fríari umstøður at virka undir og heldur lata upp fyri samstarvi, har endamálið ikki er vinningur.
Fyri at geva Bústøðum møguleika at halda á fram at útvega fólki tak yvir høvdið, verður lániheimildin somuleiðis økt.
 
Sí uppskotið her: https://www.umhvorvi.fo/fo/kunning/tidindi/uppskot-til-almannagagnlig-bustadafeloeg-til-hoyringar