Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum fer at leggja uppskot fram um at leggja allar almennar bygningar um til varandi orkuloysnir.
- Landið eigur 179 bygningar. Av hesum brúka bara 10% varandi orkuloysnir. Tað er alt ov lítið. Hetta má broytast beinanvegin, og tí leggja vit í Javnaðarflokkinum uppskotið fram, sigur Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna.
Tað eru nú nógv ár síðan, at einstaklingar fóru undir at nýta varandi orkuloysnir. Javnaðarflokkurin heldur, at landið skal ganga á odda og vera ein fyrimynd - eisini á hesum økinum. Tað eru vit als ikki í løtuni.
Eftir umleggingina sparir landið nógv í rakstri, og sostatt er talan um eina góða íløgu - bæði fyri umhvørvið og landskassan. Eftir lutfalsliga stutta tíð er íløgan vunnin inn aftur.
Við verandi oljuprísum kostar tað á leið 30-35 mió. kr. um árið at hita almennu bygningarnar upp. Landsverk metir, at umleggingin til varandi orkuloysnir fer at kosta 84 mió. kr. í alt og mælir til at seta 15 mió. kr. av um árið.
Í veðurlagspolitikkinum, sum júst er samtyktur, stendur, at útlátið skal minka. Eisini hevur SEV sett sær fyri, at vit í 2030 skulu vera grøn á landi. Skal hetta eydnast, skulu tøk takast.
- Tað er gott, at fleiri og fleiri privat húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má sópa fyri egnum durum, sigur Ingilín D. Strøm.