Tað kann seta Føroyar í eina trygdarpolitiska vandastøðu, tað kann ávirka heimildir okkara í ríkisfelagsskapinum, og so er tað dýrt fyri skattgjaldaran, sigur Aksel V. Johannesen, sum hevur trupult við at fáa eyga á nakra góða orsøk til at lata sendistovu upp í Jerusalem. Tí vil hann hava Jenis av Rana at greiða nærri frá ætlanum sínum, tá munnligir fyrispurningar vera í tinginum mikudagin.
Hin 14. septembur í ár kallaði nýggja landsstýrið inn til tíðindafund í sambandi við, at samgonguskjalið skuldi undirskrivast. Á fundinum segði Jenis av Rana, at sendistova skuldi setast á stovn í Ísrael, og at hon sjálvandi skuldi vera í Jerusalem.
- Tí undrar tað meg, at samgongan – og løgmaður, sum sat undir liðini á landsstýrismanninum á tíðindafundinum – nú er bilsin um, at landsstýrismaðurin boðar frá í útlendskum miðlum, at hetta framvegis er ætlan hansara, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til spurningarnar, sum hann ætlar sær at seta Jenisi av Rana mikudagin.
Aksel V. Johannesen vil hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at lata sendistovuna upp í Jerusalem, hvørjar grundgevingar hann hevur fyri hesum, hvør metti kostnaðurin er, og hvussu stórur útflutningurin úr Føroyum til Ísreals hevur verið í 2018 og higartil í 2019.
Vanliga endamálið, við at lata upp sendistovur úti í heimi, er at knýta bond við aðrar tjóðir og styrkja handilssambond. Sambært tølum hjá Hagstovuni hevur verið ógvuliga avmarkað við føroyskum útflutningi til Ísrael seinastu árini. Harafturat eru ógvuliga fá lond, sum hava sendistovur í júst Jerusalem, og sostatt er tað sera ósannlíkt, at Føroyar koma í samband við aðrar diplomatar og tjóðir í býnum.
- Tað sendir eitt ógvuliga óheppið politiskt signal at leggja eina sendistovu í Jerusalem. Hetta kann seta bæði Føroyar og alt ríkið í eina trygdarpolitiska álvarsama vandastøðu. Í ringasta føri kann tað eisini elva til stóran skaða í stremban okkara eftir at vinna víðari uttanríkispolitiskar heimildir innan ríkisfelagskapin, og tað verður ógvuliga kostnaðarmikið fyri skattgjaldaran, sigur Aksel V. Johannesen og leggur afturat:
- Trupult er at fáa eyga á nakran sum helst fyrimun ella vinning fyri vanliga føroyingin ella vinnulív okkara. Ikki minst tá hugsað verður um, at vit hava lítið og onki handilsligt samband við Ísrael. Eg havi tí trupult við at síggja tað skilagóða í, at vit yvirhøvur brúka pening til eina sendistovu í Ísrael, og tí vil eg havi landsstýrismannin at greiða nærri frá hesum mikudagin.
Tingfundurin mikudagin, har munnligir fyrispurningar eru á skrá, byrjar kl. 11.