Landsvegirnir eru illa slitnir og krevja stórar ábøtur. Allir flokkar á tingi eiga ábyrgdina av hesum, tí í áratíggju hevur viðlíkahaldið verið forsømt. Men nú ber av.
Í innverandi ári brúkar landið 800 milliónir krónur til nýbygging, samstundis sum bara ein millión er sett av til asfaltering.
Vanliga verður mett, at ein vegur skal asfalterast 15. hvørt ár, og at tað kostar á leið tvær milliónir krónur at asfaltera hvønn kilometur. Í Føroyum eru slakir 500 kilometrar av landsvegi, so við verandi ferð tekur tað 950 ár at asfaltera allar landsvegirnar í landinum.
Sambært Landsverki er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av landsvegakervinum 375 milliónir krónur. Skulu vit koma hesum til lívs, so er neyðugt at játta áleið 60 milliónir krónur árliga.
Taka vit vegastrekkið millum Gøtu og Fuglafjørð sum dømi, so eru næstan 30 ár síðani, hetta strekkið varð asfalterað. Lat okkum byrja her, og síðani fara vit undir eina miðvísa ætlan at viðlíkahalda alt landsvegakervið í Føroyum.
Alt gott um at byggja nýtt. Men tað ger onki, um vit brúka eitt lítið sindur færri pengar uppá at klippa snórar, so tað verður rúm fyri at brúka meira uppá viðlíkahald.
Longur vit bíða við viðlíkahaldinum, størri verður upptakið, og tað verður ikki bíligari. Tvørtur ímóti, so verður tað nógv dýrari.
Og meðan vit bíða gerast vegirnir ótryggari. Tað merkja øll, sum javnan koyra millum bygdir í Føroyum. Tað er ikki skilagott.
Tað má vera skil í avgerðunum.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum