Samráðingarnar við donsku stjórnina hava staðið í stað í nógv ár. Men nú verða ítøkilig stig tikin, soleiðis at vit kunnu loysa ósemjuna og koma víðari.
Á tíðindafundi í Aalborg seinnapartin boðaði løgmaður frá, at landsstýrið og danska stjórnin eru samd um at leggja málið um føroyskan limaskap í WTO fyri ein serligan gerðarrætt, sambært heimastýrislógini § 6.
Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, er hesin gerðarrættur ongantíð áður royndur í verki.
Tískil er tað eitt søguligt stig, sum vit og danska stjórnin nú taka í felag.
Føroyar uppfylla treytirnar, sum WTO setur fyri limaskapi í felagsskapinum, men landsstýrið og danska stjórnin eru ósamd um, hvørt stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir sjálvstøguðum limaskapi í WTO.
Trætan hevur koyrt í eitt áratíggju millum skiftandi landsstýri og skiftandi danskar stjórnir, uttan at nakar av pørtunum hevur flutt seg.
Breið semja er í Føroyum um at leggja málið fyri § 6 nevndina. Eitt samt landsstýri og ein samd uttanlandsnevnd standa aftanfyri stigið. Semja er eisini millum løgmann og danska forsætisráðharran um at leggja málið fyri gerðarrættin.
Stigið, sum vit hava tikið í dag, er søguligt og týdningarmikið í arbeiðinum at víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum.
Ikki minst hevur tað týdning, at vit taka stigið saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark.