Eg vóni, at vit hetta komandi árið fara at stríðast fyri at halda fast um nøkur mørk. At vit megna at flyta onnur mørk fyri at tryggja framburð. Og at vit altíð megna at vísa góðsku – eisini tá ið vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu vera.
At vit reisa okkum úr skotgrøvunum og megna at taka um okkara medmenniskju.
Bæði politiskt, hugsjónarliga – og menniskjansliga.
Gott nýggjár, góðu føroyingar.
Gud signi hetta komandi árið.
Røðan sæst her við teksti: https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/12/31/nggjrsra-lgmans