Aksel V. Johannesen
Lesarabræv28. apríl 2021
Aksel V. Johannesen

Ádú ádú, Fólkaflokkurin

Aksel V. Johannesen svarar Brandi Sandoy, og vísir ósannindunum frá Fólkaflokkinum aftur.

Brandur Sandoy hevði fyrr í dag eitt lesarabræv, har hann segði, at ósannindi ikki mugu standa ósvarað. Her vísti hann til, at eg ferð eftir ferð havi sagt, at raksturin hjá landskassanum øktist við 650 milliónum krónum undir síðstu samgongu. Brandur Sandoy vil vera við, at veruligi vøksturin var 1,49 milliard krónur. Her vísir hann til, at útreiðslurnar hjá landskassanum í 2019, tá CEF legði frá sær, vóru 849 mió. krónur hægri, enn tá landsstýrið tók við í 2015. Harumframt vil Brandur Sandoy vera við, at CEF-landsstýrið flutti útreiðslur fyri 300 mió. kr. frá landskassanum til samhaldsfasta.

Eg eri púra samdur við Brandi Sandoy, at ósannindi mugu ikki standa ósvarað.

Av teimum 849 milliónunum hjá Brandi Sandoy eru áleið 200 milliónir íløgur, tað vil siga eingangsútreiðslur, og ikki afturvendandi rakstur.

Tí øktust rakstrarútreiðslurnar áleið 650 mió. krónur – ikki 849 mió. krónur.

Brandur Sandoy sigur, at undanfarna landsstýri flutti 300 mió. úr landskassanum til Samhaldsfasta. Tað er ósatt. CEF-landsstýrið flutti ikki 300 mió. úr landskassanum til Samhaldsfasta.

Heldur valdu vit at hækkað inngjaldið í Samhaldsfasta við beint yvir 300 mió. krónum, so vit kundu geva fólkapensionistum 300 mió. krónur meir í útgjaldi. Hetta er ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur at fíggja síni lyftir.

Seinastu 10 árini hevur Fólkaflokkurin havt ábyrgdina av fíggjarmálum seks av árunum. Øll seks árini hevur landskassin havt stór undirskot. Tey fýra árini, Fólkaflokkurin ikki hevði ábyrgdina av fíggjarmálum, hevði landskassin met stór yvirskot. Hetta er ikki undarligt. Fólkaflokkurin hevur til vana at skerja inntøkurnar. Hetta er ein erlig søk, men so mugu útreiðslurnar eisini skerjast. Tað ger Fólkaflokkurin bara ikki. Tvørturímóti. Samstundis sum Fólkaflokkurin skerir í inntøkunum, so vaksa útreiðslurnar við fúkandi ferð. Øll vita, at hetta ber ikki til.

Fólkaflokkurin veit tað eisini. Men heldur enn at taka í egnan barm, heldur Fólkaflokkurin á fram at siga somu lygn um onnur, umaftur og umaftur, í tí trúgv, at sigur tú lygnina nóg ofta, so verður hon sannleiki. Eg skal heilsa Fólkaflokkinum, at soleiðis er ikki.

 

Aksel V. Johannesen