Kim Durhuus
Lesarabræv06. desember 2022
Kim Durhuus

Ábyrgdarfullan búskaparpolitikk

Løgtingsval 2022

Javnaðarflokkurin leggur dent á støðug búskaparviðuskifti og á samhaldsfesti og vælferð. Tá ið búskapurin er fyri niðurgongd, so gongur tað altíð út yvir tey veikastu. Hesi bæði eru tengd at hvørjum øðrum. Eg haldi, at tað er avgerandi at føra ein skynsaman og ábyrgdarfullan fíggjar­politikk, so sveiggj í búskapinum ikki hótta vælferðarskipanina.

- Íløgukarmur. Fyri meg merkir ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur, at vit áseta ein íløgukarm. Tað er stórur tørvur á íløgum, men verður alt sett í gongd í senn, so er eisini vandi fyri, at tað steðgar upp, um búskapurin versnar. Tí mugu íløgur raðfestast, samstundis sum peningur verður settur til viks, so tað almenna hevur styrki til at gera íløgur, tá ið tíðirnar gerast verri.

- Tamarhald á útreiðsluvøkstri. Fyri meg merkir  ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur, at tað er um­ráðandi at hava tamarhald á útreiðsluvøkstrinum, og at hvør króna verður umsitin við skili. Tey, sum hava minst at ráða yvir í verandi støðu, eiga at verða raðfest – tað økir eisini um innanlands eftir­spurn­ingin.

- Vallyftir eru fíggjað. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at tey lyftir, ið vit geva, eru fíggjað. Javnaðar­flokkurin heldur ikki, at skatturin á lág- og miðalinntøkum skal hækkast, tvørtur ímóti. Hinvegin, so er rímiligt at hækka gjøldini, sum uppisjóvarvinnan og alivinnan gjalda fyri síni rættindi.

Tað kann ikki vera rætt, sum verandi samgonga hevur avrikað. Hóast stórt vinnuligt virksemi, so stórt at bert 150 – 200 fólk eru arbeiðsleys, so hevur samgongan ikki klárað at hava eitt veruligt yvirskot á fíggjarlógini – tvørturímóti.

Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur hevur sum fortreyt, at tað ikki verður ábyrgdarleys kapping um at fremja lánsfíggjað ella ófíggjað lyftir um øktan almennan rakstur ella íløgur. Tí haldi eg, at tað er umráðandi at gera breiðar langtíðarsemjur um fíggjarpolitisku karmarnar – fyri at tryggja støð­ug búskaparviðuskifti og vælferðina.

Hetta fari eg at gera mítt ítasta fyri, um tú vísir mær álit.

 

Kim Durhuus - valevni Javnaðarfloksins