Góði veljari, sum á løgtingsvalinum segði ja til Javnaðarflokkin. Túsund takk fyri stuðulin. Vit fingu 7480 atkvøður, og vit takka fyri hvørja einastu.
Eisini skal ein tøkk ljóða til tykkum øll, sum undan valinum hava arbeitt hart fyri, at vit skuldu fáa eitt gott val.
Takk limafeløg fyri plakatir, valkaféir og ískoyti til valdystin.
Takk Sosialistisk Ung fyri tykkara risastóra arbeiði í valstríðnum.
Takk øll tit sjálvbodnu, sum hava skrivað, tikið myndir, bakað og nógv afturat.