Sjúrður Skaale
Lesarabræv18. mai 2020
Sjúrður Skaale

5G-netið: Nationalisma má ikki forða røttu avgerðini

Høgni og Jørgen bera seg óbúgvið at í málinum um 5G-netið. Tað snýr seg ikki um Danmark móti Føroyum. Tað snýr seg um Føroyar og Vesturheimin. Føroyar og NATO. Um at vit sjálv taka ábyrgd

Føroya Tele skuldi langt síðani havt gjørt av, hvør veitari skal seta upp 5G-netið í Føroyum. Men tá tað kom amerikansku sendistovuni fyri oyra, at tað kundi gerast Huawei, byrjaði eitt stríð millum USA og Kina, har Føroyar vóru miðdepilin. Hetta gjørdi, at avgerðin bleiv útsett - og ikki er tikin enn.

Sendikvinnan hjá USA í Danmark fór alment út fleiri ferðir og ávaraði í (alt ov) ógvusligum vendingum Føroyar móti at velja kinesiska veitaran, og kinesiski sendimaðurin kom til Føroya á ein fund, sum orsakað av eini tendraðari mikrofon gjørdist heimskendur.

Tað er ikki ofta, at Føroyar gerast miðdepil í einum politiskum stríði millum stórveldini. Men tað heilt serliga var, at landsstýrið onga meining hevði um málið.

Sambært USA er avgerðin um, hvør televeitari skal veljast, trygdarpolitikkur á hægsta stigi. Eisini í øðrum londum er politisk støða tikin til spurningin. Men sambært landsstýrinum var ikki talan um eitt politiskt mál yvirhøvur.

Danska stjórnin, sum hevur evstu ábyrgd av ríkisins trygdarpolitikki, hevur eisini noktað so mikið sum at hava eina meining um málið.

Sannleikin er helst, at stjórnin hevur tikið atlitið til danska handilin við Kina fram um sína trygdarpolitisku ábyrgd. Hvør orsøkin til landsstýrisins passivitet er, kann ein bara gita um. Men boðini til Føroya Tele frá bæði donskum og føroyskum myndugleikum hava verið, at avgerðin um 5G-netið eina og aleina skuldi byggja á vinnulig atlit.

Inntil seint mikukvøldið. Tá gjørdi forsætisráðharrin endiliga greitt, at telesamskiftið er eitt trygdarmál, og at ein lóg er á veg, sum skal tryggja, at veitarar ikki arbeiða ímóti ríkisins áhugamálum.

Huawei varð ikki nevnt, men tað er tann vegin, fingurin peikar.

Tá segði løgmaður endiliga - sum eitt ekkó av Mette Frederiksen - at "í bæði NATO og ES er niðurstøðan greið: Spurningurin um undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum er eisini ein spurningur um trygdar- og verjupolitikk.", og at "vit eiga at umhugsa at gera lóggávu, sum skal tryggja, at tær fyritøkur, sum fáa atgongd til okkara undirstøðukervi á fjarskiftisøkinum, eru veitarar, sum vit kunnu kenna okkum trygg við."

 

Mugu sýna ábyrgd

Tað var skeivt av løgmanni einki at meina um hetta, til hann fekk boð um tað úr Danmark. Men tað var gott, at hann til endans segði tað rætta.

Hetta merkir ikki, at fjarskiftisøkið verður flutt til Danmarkar. Tað merkir at vit sjálv - við løgtingslóg - í samstarvi við Danmark taka ta støðu, sum NATO mælir til.

Nokta vit, kemur eingin eftir okkum. Men so hava vit eina trupla støðu, tí vit koma ikki uttan um, at trygdarpolikkur er felags fyri alt ríkið.

Vónandi ásannar løgtingið, at vit mugu virða tað altjóða trygdarpolitiska samstarv, sum vit eru partur av. Vit rinda ikki eina krónu til verju. Tað er NATO, sum verjir okkum. Afturfyri mugu vit sýna ábyrgd og geva okkum undir nakrar felags reglur. Og tað høvdu vit altso eisini verið noydd til, um Føroyar vóru ein statur.

 

Jørgen og Høgni

Meðan løgmaður - loksins - segði tað rætta, so sýndi reaktiónin frá Høgna Hoydal og Jørgen Niclasen eina óbúna fatan av málinum.

Høgni gjørdi hetta sjálvandi straks til eitt stríð millum Føroyar og Danmark. Danmark vil "tryggja sítt vald", segði hann. Danmark vil "draga mál, sum vit hava ræði á, aftur til Danmarkar". Einki óvæntað har. Men Jørgen legði seg á sama bógv, tá hann segði, at "tað kemur ikki uppá tal, at nakar annar skal avgera, hvat fyri telefonnet vit skulu hava. (...) Vit mugu taka avgerðina, og so taka avleiðingarnar".

Tað áhugaverda er, at hvørki Høgni ella Jørgen hava nakra meingin um, HVØRJA avgerð vit skulu taka.

Málið hevur verið umrøtt í eitt hálvt ár. Danska stjórnin hevur ikki blandað seg á nakran hátt. Men hvørki Høgni ella Jørgen hava havt stórvegis áhuga í hesum stórmálinum. Men nú hava teir eina greiða meining. Hon er, at avgerðin ikki má takast í samráð við Danmark og okkara sameindu í NATO...

Hetta er ikki víðskygt.

 

Polar Silk Road

Vilja Jørgen og Høgni, at Føroyar skulu halda fast um samstarvið við kinesisku fyritøkuna, so áttu teir at grundgivið fyri tí. Og tað er altso ikki nóg mikið at siga, at vit skulu velja bíligasta veitaran.

Ein og hvør, sum bara hevur fylgt eitt lítið sindur við farnu árini, veit, at telesamskifti ikki bara snýr seg um forrætning.

Í fjør kom út bókin Permanent Record eftir Edward Snowden. Hon vísir, hvussu amerikanska fregnartænastan savnaði heilt ófatiliga nógvar upplýsingar um fólk - júst tí hon hevði atgongd til teirra telesamskifti. Og tað er púra logiskt, at tann, sum veit so nógv um hvønn einstakan borgara, fær eitt øgiligt vald.

Huawei noktar kategoriskt at felagið fer at lata upplýsingar um teirra kundar til kinesisku stjórnina. Tað letur seg heldur ikki gera tekniskt, verður sagt.

Vit vita kortini, at tað eru tøtt bond millum Huawei og leiðsluna í Beijing, og fyritøkan hevur eisini fingið veldugar upphæddir í óbeinleiðis stuðli frá kinesisku stjórnini, m.a. gjøgnum serligar skattatreytir.

Vit vita, at tað, sum ikki ber til tekniskt í dag, kann bera til í morgin.

Vit vita, at velja vit Huawei, so verða vit, so ella so, tættari knýtt at Kina - hóast eingin njósning verður.

Vit vita, at Kina er eitt land, sum als ikki virðir mannarættindini. Har er einki talufrælsi, og minnilutar verða illa kúgaðir. Vit vita eisini, at Kina vil hava fótin fastan í okkara parti av heiminum. Fyri tveimum árum síðani varð stóra strategiin The Polar Silk Road fráboðað. Endamálið er, at Kina skal vera við til at menna arktiska økið, og knýta londini í norðurhøvum at sær.

Tí er hetta ikki bara ein spurningur um forrætning.

Vit mugu spyrja okkum sjálv, um vit vilja verða tættari knýtt at Kina. Vit mugu spyrja, hvat fyri avleiðingar tað fær í framtíðini, tá trygdarpolitiski týdningurin av okkara øki fer at økjast, um vit nýta Huawei. Vit mugu spyrja hvat fyri avleiðingar tað fær fyri okkara samstarv við NATO og okkara grannalond. Vit mugu spyrja, hvussu tað fer at ávirka møguleikarnar hjá Føroya Tele at veita tænastur til skip og oljupallar.

Eg gleði meg at síggja, hvat Jørgen og Høgni siga um hetta.

 

Gott alternativ

Skrivingin hjá amerikanska sendiharranum hevur fingið nógv at halda, at hetta er eitt val millum USA og Kina. Og so verður víst á, at USA sanniliga eisini njósnast - sum avdúkingarnar hjá Snowden so væl vísa.

Men valið stendur ikki millum hesi bæði stórveldi. USA er als ikki við í kappingini um 5G. Vit eru hinvegin so heppin, at vit hava eitt kappingarført, norðurlendskt alternativ. Svenska fyritøkan Ericsson bjóðar eisini fram 5G-net, og hevur longu gjørt einar 80 avtalur um at seta upp slíkan útbúnað.

Orsøkin er ikki bara, at hon er kappingarfør í kvaliteti og prísi. Orsøkin er eisini, at mong lond ikki vilja knýta seg ov tætt at Kina við teirri óvissu, sum fylgir við tí. Í staðin vilja londini tryggja sær, at tey eisini í framtíðini hava tamarhald á hesum púra avgerandi øki.

Hetta var millum orsøkirnar til, at norðurlendski íløgubankin, sum norðurlendsku stjórnirnar eiga, í fjør gav Ericsson eitt milliardalán til gransking og menning.

Ericsson er ein av trimum fyritøkum, sum Føroya Tele hevur tingast við um 5G-netið. Og nú kann ikki ganga long tíð, til avgerðin skal takast.

Vónandi er Ericsson - sum manga aðrastaðni - best og bíligast.

Men um ikki, so má mann vóna, at leiðsla og nevnd á Føroya Tele seta teir spurningar, sum eg nevni omanfyri. Teir eru politiskir, og fella sostatt uttan fyri tað, sum hesi fólk eru sett at svara uppá. Og enn er eingin lóg sum ásetir, at hvat skal gerast.

Tí liggur bólturin í Klingruni í Hoyvík. Men vónandi fær fyritøkan onkur boð ella onkrar metingar frá landsstýrinum. Vónandi tekur endaliga avgerðin onnur atlit enn bara stuttskygda forrætning. Og vónandi forðar nationalisma ikki fyri, at vit taka eina vælumhugsaða avgerð.