Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv01. mai 2023
Kristianna W. Poulsen

1. mai: Hvat stendur stríðið um í dag?

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og vit markera tann stóra samfelagsliga týdningin, sum stríðið fyri betri arbeiðskorum hevur havt. Ofta tosa vit á arbeiðaradegnum um tey tøk, sum eru tikin.

Men í ár havi eg hug at spyrja: Hvat stendur stríðið um í dag?
Lurta vit væl, so haldi eg, vit hóma okkurt, vit kenna. Eg haldi, eg hómi tær somu røddir, sum gjørdu seg galdandi um allan heimin síðst í 1800-talinum, tá arbeiðandi fólkið fór at seta krøv um betri arbeiðskor. Tað tykist mær, sum arbeiðararørslan er vaknað aftur í einum nýggjum hami. Vit ganga ikki longur á gøtunum, men geva til kennar okkara meining umvegis sosialu miðlarnar. Her finnur tú ofta spurningar, sum hava við arbeiðslív at gera. Góð ráð til, hvussu tú stígur av hamstrarahjólinum. Og eisini søgur um fólk, sum hoknaðu undan trýstinum og vilja ávara teg um, at taka teg í akt, áðrenn eisini tú verður rakt.
“Er tað rætt, at eg skal vera tøk at svara boðum um mítt arbeiði á telefonini, meðan eg eigi at vera saman við mínum kæru?”, “hevði eg mítt íkast til arbeiðsplássið verið betri, um eg arbeiddi heimanifrá ein dag um vikuna?”, “hevði tað ikki verið betri fyri bæði mítt arbeiðspláss, mína familju og meg sjálva, um størri javnvág var millum arbeiðslív og lívið heima við hús?”.
Hesir eru nakrir av spurningunum, eg havi lagt til merkis fylla alsamt meira millum fólk.
Og ikki bara arbeiðandi fólkið tosar við. Fleiri av fremstu fyritøkunum í heiminum hava skilt, at tær fáa betri starvsfólk við at skapa betri arbeiðskor; Styttri arbeiðsvika, møguleiki at arbeiða heimanifrá og steðgir eru millum tey átøk, ið verða sett í verk fyri at skapa betri arbeiðskor - og harvið betri starvsfólk.
Politiska skipanin má eisini lurta væl og vera við í rørsluni. Tí tað er við politiskum átøkum, at vit tryggja øllum góð og rímilig arbeiðskor. Hóast fleiri av heimsins fremstu fyritøkum leggja stóran dent á trivnað og arbeiðskor, so er tað eingin ivi um, at serliga tey lægstløntu hava tørv á politisku skipanini, skulu eisini tey fáa betri arbeiðskor.
Tí er politiska stríðið er framvegis neyðugt - eins og tá ið verkafólk í 19. øld fylktust og kravdu fíggjarliga og politiska viðurkenning fyri teirra íkast til felagsskapin. Tá stóð stríðið um at stytta arbeiðsdagin niður í 8 tímar, um rættin til at halda vikuskifti, um rættin til frítíð og til minstuløn. Sjálvfylgjur í dag, men ættarliðini undan okkum eru ikki komin sovandi til hesi úrslit. Og tað koma eiheldur vit.
HETTA SKAL GERAST
Limaskapur í fakfelagi hevur stóran týdning fyri ein væl skipaðan arbeiðsmarknað. Talið av løntakarum, sum eru limir í fakfelagi, hevur beinleiðis ávirkan á tann partin av samlaðu inntøkuni, sum fátækasti parturin av løntakarunum fær lut í. Sambandið millum limaskap í fakfelagi og býtið av samlaðu lønarinntøkunum vísir stóra týdningin av einum væl skipaðum arbeiðsmarknaði við fakfeløgum og sáttmálum. Tí lat ongan iva vera um, at eitt samfelag, har ríkidømið er so javnt býtt sum gjørligt, er tað besta samfelagið fyri allar partar.
Nú skal tað neyðuga arbeiðið gerast fyri at fáa skipanina við trýpartasamráðingum uppá pláss, har arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og politiska skipanin við samráðingum og við samstarvi koma fram til avtalur um arbeiðsmarknaðarskipanir. Eisini frítíðarlógin eigur at verða broytt, so at øll fáa rætt til sættu feriuvikuna.
Lønarlyftið til starvsfólk á vælferðarøkinum fær virknað frá 1. januar 2024, tá starvsfólk á umsorganarøkinum fáa tað lønarlyftið, sum Javnaðarflokkurin lovaði til seinasta løgtingsval. Talan er um ávísar fakbólkar, sum hava verið undirløntir síðani almenn starvsfólk í 1969 vórðu bólkað í lønarflokkar. Tá vórðu kvinnudomineraðu størvini bólkað lægri enn onnur størv við teirri grundgeving, at menn vóru uppihaldarar, og tí máttu teir hava hægri løn enn kvinnurnar.
Fyri 45 árum síðani fingu vit 40 tímars arbeiðsviku í Føroyum, og tíðin er langt síðani komin til at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, sum Javnaðarflokkurin eisini lovaði til seinasta løgtingsval. Tað fyrireikandi arbeiðið verður nú gjørt, áðrenn tað kemur til viðgerð í tinginum. Við eini arbeiðsviku á 37 tímar verður tað høgligari at sameina familju- og arbeiðslív, umframt at umstøðurnar verða betri fyri at hava eina meiningsfulla frítíð og ta lívsneyðugu hvíldina. Uttan hesa javnvág økist vandin fyri umsorganarmøði og strongd, sum longu raka alt ov meint í dagsins samfelag.
Nógvir útlendingar eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu eisini tryggja hesum vaksandi partinum av arbeiðstakarum í Føroyum virðilig kor . Tey skulu kunnast gjølla um rættindi og skyldur, hava smidliga atgongd til at læra føroyskt sum annaðmál og vera betur tryggjað á arbeiðsmarknaðinum. Eitt gott og miðvíst integratiónsarbeiði, eisini á arbeiðsmarknaðinum, er til stórt gagn fyri alt samfelagið.
Vunnin rættindi á arbeiðsmarknaðinum eru ikki nøkur sjálvfylgja, men eru úrslit av drúgvum arbeiði og longum stríði, sum eisini krevur fokus og raðfestingar frá politiskari síðu. Hesum stríði skulu vit halda lív í.
Góðan 1. mai øll somul