Í fagrastu sól varð altjóða arbeiðaradagurin hátíðarhildin í Vestmanna í dag. Uni Holm Johannensen, tingmaður, helt eina mergjaða røðu um leiklutin hjá føroysku fakfelagsrørsluni í dagsins samfelag. Les røðuna her...
Røða á Reyða Torginum á arbeiðaradegnum
Stóra takk fyri heiðurin og høvið at siga nøkur orð.
Aftureftir og frameftir. Rendi meg herfyri í eitt sitat, sum ljóðaði nakað soleiðis:
»Onkur fólk takka tær kanska fyri tað, sum tú hevur framt - men tey velja teg fyri tað, sum tú vil fremja.«
Arbeiðaradagin minnast vit stóru sosialu framstigini og vunnu rættindini. Og mongu uppibornu takkarorðini í røðum kring landið í dag er fín áminning um, at tað ikki vóru blíðlatnir og gávumildir politikarar og arbeiðsgevarar, sum av sínum eintingum hava givið fólki hesi rættindini.
Rættindini komu, tí arbeiðsfólk fylktust og kravdu batar.
Mítt ættarlið hevur ikki verið partur av teimum munagóðu frambrotunum á arbeiðsmarknaðinum. Stóru og kollektivu fakfelagsúrslitini eru sum so ikki komin í okkara tíð. Ístaðin vóru tey har. Sum dømi vóru vit okkurt um 10 ár, tá barsilsskipanin kom um aldarsskiftið.
Vit kunnu av tí sama illa seta okkum inn í, hvussu tað var at liva uttan eftirlønarskipanir. Vit minnast ikki, tá arbeiðsvikan var stytt seinast. Vit minnast ikki ein óskipaðan arbeiðsmarkna. Vit vita ikki, hvussu tað var at liva uttan rættin til somu løn fyri sama arbeiði. Sjúkratrygd. Arbeiðsloysisskipan. Feriuløn. Summarfrí. Tað er nakað, sum fólk í mínum aldri bara hava lisið og hoyrt um.
Takk fyri gott fakfelagsarbeiði, sum hevur veitt arbeiðarafjøldini betri kor, og børnum hjá arbeiðsfólki og teimum, sum einki eiga, rættin til ókeypis útbúgving, heilsubót og arbeiðsloysisstuðul.
Spurningurin, hvør leikluturin skal vera frameftir, skal eisini setast og svarast aftur og aftur.
Tað skal hann, tí einki stendur í stað. Framleiðslan broytist. Arbeiðsfjøldin broytist. Førleikarnir broytast. Mótstøðan broytist. Tørvirnir broytast, og krøvini broytast.
Í nógv ár hevur aðrastaðni verið ávarað um, at fleiri løntakarar ikki eru so raskir sum fyrr at skipa seg í fakfeløg. Og barnafamiljurnar og tey, sum nú royna at finna seg til rættis á arbeiðsmarknaðinum, hava ikki sama tilknýti til fakfelagsrørsluna, sum ættarliðini undan teimum hava havt.
Í Føroyum er savningarmegin framvegis sterkari enn aðrastaðni, men spurningurin skal setast, hvussu fleiri fáast at savnast um fakfeløgini.
Í fakfeløgunum kenna tit ivaleyst svarið betur enn eg.
Nú eri eg kortini biðin um at geva mítt íkast og mítt boð.
Og mítt stutta svar er, at eg haldi, at kollektiva fakfelagsrørslan eigur eisini í størri mun at seta dagsskránna í øðrum málum enn internum lønarspurningum og arbeiðstrætum.
Samfelagsavbjóðingar
Í Føroyum eru omanfyri 27.600 løntakarar. Motorurin í samfelagsbúskapinum. Høvd og hendur sum framleiða, skapa, tekna, røkta, undirvísa, stuðla, servisera, skera, byggja, umvæla, stoypa, skrúva, sveisa, sprongja, sniðgeva, klippa og alt møguligt annað.
Ein virkin, dynamisk og væl útbúgvin arbeiðsfjøld, sum skapar vælferð hvønn einasta dag. Við skyldum. Og við rættindum. Sum tað skal vera.
Beint nú standa vit sum samfelag í einum umskifti, sum gongur nógv skjótari enn tey flestu av okkum sikkurt gáa um. Sum eisini vantandi politisk stýring og politiskt bláoygni hava kynt og skundað undir.
Broytingar, ið sum altíð fyrst, og fyrst og fremst, fara at ávirka ta breiðu fjøldina av lág- og miðalløntum í Føroyum.
Eisini í Føroyum vilja máttmikil fólk privatisera okkara felagsogn.
Eisini í Føroyum savnast ríkidømið á færri hondum.
Eisini í Føroyum hevur búskapurin eina haldførisavbjóðing.
Eisini í Føroyum eru livikorini á smáplássum versnað.
Eisini í Føroyum knýttu vit okkum at Russlandi uttan varsemi.
Eisini í Føroyum verður tilfeingið og náttúran troytt uttan neyðugt fyrilit.
Eisini í Føroyum minkar burðartalið.
Eisini í Føroyum streyma útlendingar inn á arbeiðsmarknaðin.
Og eisini í Føroyum eru bústaðarprísirnir farnir til himmals.
Ein sjónlig avleiðing av hesum seinasta eru tøku grundstykkini við Grótbrúgv her í Vestmanna. Fólk og barnafamiljur vilja keypa og byggja, men tey fáa ikki sethúsalán.
Eg veit væl, at útlitini skríggja eftir politiskum átøkum og politiskari ábyrgd, og tað skulu vit í politisku skipanini taka á okkum. Tað skal eingin ivast í. Landsstýrið eigur eisini at viðurkenna, sum eg havi sagt fyrr, at leisturin fyri lønarsamráðingarnar, sum er lagdur í Føroyum, er skeivur.
Men eg fari at vera so ósmæðin at siga, at eg hevði einki havt ímóti, at eisini fakfeløgini vóru enn skarpari og hoyrdust enn betur.
Tað sigi eg, tí tykkara kvalifiseraða mótspæl er so hamrandi vigtigt. Tit skulu í heilum bæði hart og týðiliga minna á, at tit eiga tykkara stóra og rættvísa part av teimum virðunum, sum verða skapt.
Stríðið um narrativið og avgerðirnar koyrir allastaðni allatíð, og har hava tit nógv at koma við. Og at trýsta við.
Og tit skulu eisini vera við til at beina orðaskiftið aftur á røttu kósina, tá politikarar, journalistar og onnur við góðari atgongd til mikrofonir jabba upp í saman fyri at halda lív í innantómum og fjarum diskusjónum, sum einki flyta, meðan foreldur mugu fara eftir børnunum á dagstovnum í arbeiðstíð, breyðið og mjólkin verður dýrari, og medistarapylsan minkar, men kostar tað sama.
Allur politikkur snýr seg jú um at fáa einstaka gerandisdagin at fungera so væl sum møguligt. Gerandisdagin í dag, í morgin, um eitt ár og um fimm ár.
Sigið tykkara søgu
Eingin felagsskapur ella myndugleiki kennir viðurskiftini og gerandisdagin hjá arbeiðsfjøldini betur enn fakfeløgini sjálvi.
Fakfeløgini eru av tí sama væl ílatin at átala og seta spurningar vegna sínar limir.
Peikifingurin er ofta á lofti, tað er gott, men peikifingrarnir kundu verið fleiri, og tað kundi verið títtari millum teir.
Mín áheitan er: Gevið eitt meira kvalifiserað mótspæl, tildømis við fleiri kanningum og greiningum av teimum avleiðingum, sum standast av politiskum broytingum ella politiskari líkasælu.
Gevið eitt meira kvalifiserað mótspæl, sum heldur politikarum til svars og dugir at peika á loysnir.
Tað kundi verið um livikorini hjá arbeiðsfólki. Um skerdu keypiorkuna. Um tykkara skattapengar, sum vera brúktir skeivt. Um arbeiðsumhvørvi og mismun á arbeiðsmarknaðinum. Um prekariatið. Um útlendska arbeiðsmegi. Um arbeiðsskaðar. Um vitlíki. Sjálvvirkna tøkni. Um rættindini á privata arbeiðsmarknaðinum. Um tey ungu, sum nú eru á veg inn á arbeiðsmarknaðin.
Okkurt gott tilfar er sjálvandi tøkt. Men eg skilji heilt einfalt ikki, at fakfeløgini ikki eru vorðin samd um okkurt slag av størri fakfelagshúsi, sum kann konsentrera munandi størri arbeiðsorku til hetta arbeiðið. Sum skal brúkast til at ávirka og trýsta. Tað hevði givið tykkum nógv meira krút, sum festast kann í.
Smáar fakfelagseindir
Eg haldi eisini, at fakfeløgini mugu spyrja seg sjálvi, hvussu lutfalsliga smáu fakfelagseindirnar ávirka slagkraftina.
Í Føroyum eru omanfyri 50 fakfeløg, sum fyrst og fremst arbeiða fyri sínar egnu limir. Í einum samfelag, har tað búgva 55 túsund fólk.
Á almenna arbeiðsmarknaðinum eru 34 sáttmálar. 24 av teimum sáttmálunum fevna um færri enn 130 ársverk.
Tað er í okkara døgum, har tað nú tekur 90 minuttir at ferðast heima av Sandi norður til Viðareiðis. Og tað verður enn styttri, tá ið tunlarnir Norður um Fjall lata upp.
Kjarnin í fakfelagsrørsluni hevur altíð verið, at vit kunnu meira saman enn hvør sær.
Kunnu fakfeløgini ikki eisini meira saman enn hvør sær í dag?
Eg haldi, at størri fakfelagseindir við størri arbeiðsorku høvdu kunnað veitt aðrar og betri tænastur fyri sínar limir í gerandisdegnum. Og møguleikarnir høvdu verið betri at arbeitt við fakfelagspolitiskum viðurskiftum sum limarøkt og fakligari menning.
Styrkin í fyrireikingunum til samráðingar um bæði løn og rættindi hevði somuleiðis verið ein onnur.
Kanska hevði tað fingið enn fleiri at savnast um fakfeløgini frameftir.
Politiska ábyrgdin
Nógv fín fakfelagsmál eru fingin frá hondini. Eisini í politiskum høpi hesar seinastu mánaðirnar, sum fakfeløgini eiga sína stóru ábyrgd av.
Lønarlyft er sett í verk. Skattalætti er veittur lág- og miðalløntum. Príseftirlitstænasta er samtykt. Barsilslógin verður styrkt í næstum. Amboðini at fjøltátta bústaðarmarknaðin verða fleiri. Arbeiðsskaðatryggingarlógin er broytt, so gjaldið fyri varandi mein er hækkað og javnað frameftir.
Og meira skal fremjast í næstum. Integratiónin skal styrkjast. Starvsmannalógin verður endurskoðað, og arbeitt verður við at stytta arbeiðsvikuna.
Fakfelagsrørslan skal vera errin av framdum avrikum – men tað ræður eisini allatíð um at hava eina greiða kós inn í framtíðina. Og fyri at tríva aftur í tað, sum eg byrjaði við: Fólk velja eisini fakfeløgini fyri tað, sum fakfeløgini vilja fremja frameftir.
Takk fyri orðið og løtuna. Góðan 1. mei, øll somul.