Her er teksturin til INTERNATIONALA, sum er sangurin, ið arbeiðarar kring allan heim syngja á altjóða arbeiðaradegnum. Javnaðarflokkurin ynskir øllum ein góðan 1. mai.
Kom kúgaðu kring allan heimin,
øll niðurboygd av sorg og neyð.
Nú kyknar eldurin úr eimi,
nú verður stríð um lív og deyð.
Gomlu skipan vit nú sundur bróta,
upp trælir, vit hava valt.
Og tey, sum áður máttu lúta, úr onkum skulu gerast alt.
So fylkjast vit á vali,
síðsta stríðið er í nánd,
og Internationali
ber sigurin í hond.
So fylkjast vit á vali,
síðsta stríðið er í nánd,
og Internationali
ber sigurin í hond.
Tá kongar sínamillum kríggjast
teir krevja at vit koma við
Men næstu ferð teir skulu síggja,
at vit einas vilja frið
So tá boðið ljóðar: »Skjót tín næsta!«
- vit venda vápnum við
ímóti borgarveldi versta -
og fylkjast síðan lið um lið.
Hoyr arbeiðsfólk á sjógv og landi,
ein dag skal verðin gerast vár.
Tann stætt, ið alt frá okkum rændi,
hon skal fáa banasár.
Leingi hevur rovfuglur oss herjað
- vit hann skulu týna skjótt.
Og sigurin, sum vit tá verja,
ber eydnutíð til land og fólk.
So fylkjast vit á vali,
síðsta stríðið er í nánd,
og Internationali
ber sigurin í hond.
So fylkjast vit á vali,
síðsta stríðið er í nánd,
og Internationali
ber sigurin í hond.
Orð: Eugene Pottier
Lag: Adolphe de Geyter