21. mai 2023

Landfundarsamtykt 2023

Landsfundurin fegnast um, at Javnaðarflokkurin aftur situr við landsins leiðslu, og longu hevur framt nøkur av teimum lyftum, ið givin vórðu í valstríðnum: 

  • Fíggjarligur stuðul til familjur, sum eru illa sperdar av inflatiónini 
  • Náttúruverndarlógin er samtykt 
  • Bústaðir sleppur at byggja almannagagnligar bústaðir uttan krav um avkast 
  • Samtykt er, at dialysuviðgerð verður á Suðuroyar sjúkrahúsi 
  • Samtykt er, at læknavaktin verður styrkt, so tey við sálarligum trupulleikum eisini fáa bráðfeingis hjálp
  • Landskassin hevur avlop, sum munar 

Landsfundurin fegnast um, Javnaðarflokkurin aftur á valinum í desember stóð sterkur um alt landið, og heitir staðiliga á flokkin um at føra ein politikk, sum eisini er fyri alt landið. Bæði formaðurin og ársins gestarøðari mintu í sínum røðum á, at skulu vit varðveita mentanarliga ríkidømi og fjølbroytni Føroya, mugu verulig átøk gerast fyri at styrkja smáplássini. Tað kostar – men tað lønir seg í longdini. Prísurin fyri at gera ov lítið kann verða, at Føroyar ikki verða eitt land, men nakrir fáir býir. Javnaðarflokkurin skal framhaldandi virka fyri, at tað verður virksemi og lív kring alt landið.

Landsfundurin heitir á flokkin um at finna haldgóðar loysnir upp á stóra trotið á bústøðum. Tað er ein avbjóðing, sum hongur neyvt saman við at halda lív í smáplássunum. Skal smáplássunum verða lív lagað, mugu fólk fyrst og fremst hava tak yvir høvdið.

Landsfundurin fegnast um, at Javnaðarflokkurin er farin at fyrireika átøk, sum skulu gera gerandisdagin lættari, bíligari og grønari. Fólk og familjur eru undir trýsti, tí gerandisdagurin hongur illa saman hjá mongum. Stytt arbeiðsvika, skattalætti til lág- og meðallønt og lønarlyft til fólk í lágløntum umsorganarstørvum skulu lætta um hetta. Eisini eru fleiri góð umhvørvisátøk samtykt, og onnur eru ávegis. Landsfundurin fegnast um, at arbeitt verður við óheftari orkuráðgeving, at banna oljufýrum í nýbygningum, og upphøggingarstuðli til oljufýr, eins og at bindandi veðurlagsmál eru ávegis.

Landsfundurin fegnast um, at Føroyar hava tikið ábyrgd í sambandi við kríggið í Ukraina, bæði við greitt at fordøma russiska álopskríggið, at taka flóttafólk, at veita humanitera hjálp og taka undir við teimum tiltøkum, sum ES hevur sett í verk ímóti Russlandi.

Men vit hava framvegis tætt fiskivinnupolitiskt samstarv við Russland, føroyskar havnir standa framvegis opnar fyri russiskum skipum, og hesi skip sleppa framvegis, gjøgnum okkara avtalu við Russland, inn í tað havøkið, sum Bretland og Føroyar umsita í felag, hóast russiski politikkurin nú er, at fiskiskip kunnu gerast partur av russiska herinum. 

Fimm mánaðir eru farnir, síðani landsstýrið tók við, men framvegis er eingin avgerð tikin. Hetta er ørkymlandi, tí fyri hvønn dag, sum gongur, verður truplari at gera nakra broyting. Landsfundurin heitir tí staðiliga á landsstýrið um sum skjótast at koma við einum útspæli um hetta, sum er í samsvari við floksins virði.

 

Tórshavn 20. mai 2023 

Landsfundur Javnaðarfloksins