Ferð eftir ferð síggja vit, at Norðurlond eru ovast á listanum yvir heimsins bestu lond at búgva í.
Fleiri okkara halda tað vera sjálvsagt. Men tað er tað ikki. Tað er tí, at vit hava innrættað samfeløgini soleiðis, sum vit hava gjørt. Altso tað vit kalla norðurlendska vælferðarskipanin.
Men hvat er norðurlendska vælferðarskipanin? Hvussu riggar hon? Og er hon veruliga eitt undur, og fyri øll? Vilt tú vita meira, er gott at byrja her.