Kommunan veksur, men sosiali profilurin er viknaður seinastu árini. Starvsfólkini á dagstovnum og eldrasambýlum renna skjótari, og tað er at kalla ógjørligt at seta búgv. Tað mugu vit gera nakað við.
Deil:
Vit vilja byggja fleiri lestrar- og ungdómsíbúðir og fleiri eldrabústaðir. Næsta stigið er at fyrireika lutaíbúðir og fleiri útstykkingar. Vit skulu byggja meira, grønari og klókari, soleiðis at vit varðveita serstaka dámin í kommununi.
Vit vilja styrkja sosiala profilin við fleiri plássum og hægri normeringum á eldra-, dagstovna-, frítíðarskúla- og ungdómsøkinum.
Og vit vilja ganga fremst innan orku, ferðslu, ruskinnsavnan og endurnýtslu fyri eini grønari kommunu til okkum øll.
Býráðið skal vera fyri borgaran.
Tað vilja vit. Hvat vilt tú?
Les valskránna hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu her.